Kalsoyar-rutan: Klokkan er 13:20 stundisligt, tá vit henda hósdagin leggja frá landi í Klaksvík.
Leið 56 hjá Strandferðsluni við skipinum Barsskor er enn einaferð løgd frá landi, eins og gjørt hevur verið tey seinastu mongu árini.
Teir á Barsskor eru altíð í góðari tíð, og henda góðveðursdagin er einki undantak í so máta. Í dag er Sigmar Høgnesen skipari, meðan Noel Joensen syrgir fyri maskinu, ferðafólki og farmi.
Henda leiðin er kend fyri hetta strandfaraskipið, sum varð bygt í Íslandi í 1929. Ár eftir ár hevur Barsskor verið álitið hjá kalsoyingum í sambandinum við Klaksvíkina.
Hesin túrurin hósdagin kl. 13:20 er tó ein av teimum seinastu hjá Barsskor sum ferðafólkaskip og sambingindarlið millum Klaksvík og Kalsoynna.
Týsdagin í næstu viku er henda siglingin hjá Barsskor nevniliga av. Tá verður nýggja samferðsluhavnin á Syðradali tikin í nýtslu, og samstundis fer Sam hereftir at røkja sambandið millum Klaksvík, Syðradal og Leirvík.
Eingin veit, hvat gerast skal við Barsskor eftir seinasta túrin í næstu viku. Men mong munnu vera, sum koma at sakna tann serliga stemningin og ta serligu hygguna, sum var umborð millum ferðafólkini á ferðini um fjørðin.
Tann gamla tíðin má víkja fyri krøvunum frá nútíðini. Barsskor verður nú lagdur, og kann siga takk fyri 76 góð ár á hesi farleiðini.
Sum eitt skip
Hóast Barsskor er gamal í garði, so er skiparin, Sigmar Høgnesen ikki eina løtu í iva um, at hetta er eitt ótrúligt far til hesa farleiðina.
-Eftir støddini er hann sera góður í sjónum ? fyri ikki at siga ótrúliga góður.
-Eg vil siga tað so, at hóast hann ikki er millum tey allar størstu fartoyini, so er hann næstan sum eitt skip at sigla við, sigur Sigmar.
Hinvegin so kann Sigmar bara staðfesta tað sama, sum so mong onnur, at eitt skip sum er gamalt og gongur á 76. ári, ikki er serliga hóskiligt til nútíðina og til tey krøvini, hon setur til flutning sjóvegis.
Men hetta hevur kortini verið eitt sera trygt skip til hesa rutuna, tí kalsoyingar hava bert upplivað tað fáar ferðir, at skipið hevur avlýst ein túr um fjørðin vegna ov vánalig líkindi.
-Men eg vænti, at tað verða fleiri avlýsingar við Sam, soleiðis sum hetta farvatnið skikkar sær, serliga í høgættini, sigur hann.
Ringast er at sigla um fjørðin, tá vestfallið er hálvrunnið, og tá streymurin samstundis er harður og hann er høgur í ættini.
Í slíkum førum er neyðugt við góðum kunnleika í sigling, tá ein skal fara um fjørðin.
-Um dagin er hetta kortini munandi lættari, tí tá sær ein frameftir. Men serliga á náttartíð er hetta eitt sindur truplari, sigur Sigmar.
Tunlarnir broyttu
Barsskor siglir vanliga tríggjar túrar um dagin, men ger umframt hetta eisini ein farmatúr eina ferð hvønn dagin.
Barsskor hevur altíð verið álitið hjá kalsoyingum við regluligum sambandi hagar í nógv ár. Teir røktu somuleiðis rutusambandið til Kunoyar, men tá tunnilin kom hagar í 1988 varð farleiðing sjálvandi niðurløgd.
Fyrr í tíðini hevur Barsskor eisini røkt rutusambandið til Trøllanesar og Mikladals, men síðani tunlarnir komu hagar í fyrru helvtini av 80?unum, hava teir bert siglt til Húsar.
Men týsdagin kemur so broyting í, nú Sam fer at sigla uppá Syðradal og Leirvík.
Hóast Barsskor nú verður lagdur, so verður manningin umborð á Barsskor ikki arbeiðsleys fyri tað, tí teir fara at sigla við Sam, har Sigmar sjálvur verður stýrimaður.
Spurningur er so hvat gerast skal við Barsskor nú hann gevst í sigling. Ein møguleiki er sjálvandi at brúka hann sum eykaskip í siglingini til Svínoyar og Fugloyar, men einki er avgjørt í hesum sambandi enn.
Er ofta fullsettur
Í teknisku útgreiningunum um Barsskor verður sagt, at hann kann føra 50 ferðafólk um summarið og 35 um veturin.
Samferðsla
Snorri Brend
Henda hósdagin, vit vóru við, vóru bert tvey onnur ferðafólk. Ein teirra var ein skúlagenta av Húsum, sum hvønn einasta dag ferðast aftur og fram við Barsskor. Hitt ferðafólkið var ein maður, ið hevði eitt arbeiði hann skuldi gera í felagshúsinum í Mikladali.
Men hinvegin so eru eisini túrar, har einki pláss er eftir hjá ferðafólkunum.
-Serliga um vikuskiftini á sumri er nógv fólk við, og tá er hann ofta fullsettur, sigur Sigmar.
Nógv fólk hava summarhús á Kalsoynni, serliga í Mikladali, og brúka vikuskiftini at vitja har.
Tá hann er fullsettur hava heldur ikki øll sitipláss, so ein partur av ferðafólkunum mugu tá standa uppi á dekkinum undir túrinum.
Tað man kortini ikki bila tað stóra tá líkindini eru góð, tí túrurin tekur bert ein góðan hálvan tíma og ein siglur haraftrat fram við vøkrum landsløgum. Og er ein heppin, sum vit henda hósdagin, so ber til at fáa eyga á onkra nísu eisini.
Sambært hagtølunum frá Strandferðsluni er eitt rættiliga stórt tal av ferðafólki á hesi farleiðini á sumri. Hagtølini vísa, at frá 1. juni til 31. august í fjør flutti Barsskor 5.027 ferðafólk.
-Hóast nógv av hesum eru tey somu fólkini, so er hetta kortini eitt stórt tal ? í veruleiknum eins nógv og fólkatalið í Klaksvík, sigur Sigmar.
Fóður og mjólk
Barsskor flytir tó ikki bert ferðafólk, tí rættiliga nógvur farmur verður eisini fluttur millum Klaksvík og Kalsoynna ? og millum Kalsoynna og Klaksvík.
Úr Kalsoynni er tað serliga mjólkin, sum vigar mest í hesum, og um heystið eru tað serliga nøgdirnar av krovum, sum eyðkenna farmin til Klaksvíkar.
-Tað sum vit føra yvir í Kalsoynna er mest fóður og sjálvandi matvøra til handlarnar í oynni.
-Vit føra eisini olju til bussarnar í oynni, tí teir brúka eitt serliga slag av olju, sigur Sigmar.
Er talan um annan farm, so hevur Dúgvan siglt við millumbilum í oynna við t.d. tangabilum og líknandi akførum.
Ikki tíðarhóskandi
Nú Barsskor gevst at sigla vekir tað sjálvandi kenslur í fólki ? bæði hjá manningini og ikki minst hjá ferðafólkunum.
-Tað er tó eingin ivi um, at skipið er ikki tíðarhóskandi og at neyðugt er við øðrum skipi.
-Tað eru sjálvandi kenslur við í øllum. Og ikki minst tann serligi hugnin, sum er umborð tá fólkini sita og práta saman.
Tey sum koma við bátinum av og á, tey kunnu minnast aftur á mangan hugnaligan túr og manga hugnaligt feriu í oynni.
-Men eingin ivi er kortini um, at tey sum ferðast við skipinum hvønn dag, tey ynskja sær eitt annað far, sigur Sigmar.










