Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini var frammi í fjølmiðlunum her fyri og segði at: “Lógin um barsilsskipan er snøgt sagt ótíðarhóskandi, hon ger mismun á kynunum, og børnini eru fyri vanbýti”. Formaðurin í javnstøðunevndini heldur, at verður barnsburðarfarloyvið býtt javnt ímillum kynini, fara øll at vinna.
Hann vísti víðari á fyrimunir, sum at barnið og pápin fáa tættari samband, og pápin kann ikki setast til viks um foreldrini fara hvør til sítt. Og mammurnar verða ikki settar til viks á arbeiðsmarknaðinum. Og fyrimunir hjá barninum er ein lógarfestur rættur til bæði foreldur.
Sundhedsstyrelsen og WHO mæla til, at øll børn fáa bara bróst/móðurmjólk teir fyrstu 6 mánaðirnar eftir føðing.
T.v.s., at barnið fær onki annað enn móðurmjólk, til tað byrjar at eta annan mat enn mjólk. Hetta er, tá barnið er umleið 6 mánaðir, alt eftir menning og trivnaði hjá barninum og um tað er klárt til, at fáa annað enn mjólk.
Móðurmjólkin inniheldur júst tey føðsluevnini, ið lítla barnið hevur brúk fyri, bæði teir fyrstu dagarnar eftir føðing og víðari fram. Mjólkin broytist, alt eftir tørvinum hjá barninum, og flestu børn trívast væl, bert við at fáa bróst teir fyrstu 6 mánaðirnar (eksklusiv bróstageving). Somuleiðis verjir móðurmjólkin barnið móti ymiskum ígerðarsjúkum (infektiónum), umframt at verja tað móti ovurviðkvæmi.
Tað er mamman, sum ber barnið í búkinum teir fyrstu 9 mánaðirnar, og tað er hon sum føðir barnið. Oxytocin er eitt hormon, sum eisini verður kalla “tilknytningshormonet” ella kærleikshormoni. Hetta tí, at tað verður útloyst við m.a. at fáa klemm sum varðar meira enn 30 sekundir (galdandi fyri kvinnuna). Hormonið ger, at lívmóðurin trekkir seg saman og er soleiðis ein tíðandi partur í eini føðing. Oxytocin er eisini essentielt fyri, at tað lítla barnið yvirlivur eftir føðingina tí tað er tað, sum hevur ábyrdina fyri, at mjólkin rennur út bróstinum.
Tá kvinnan hevur føtt sítt lítla barn, er hon full í hormoninum oxytocin, sum natúrliga ávirkar hana til at taka barnið til sín, og elska og verja tað frá fyrstu løtu. Tá mamman síðani gevur bróst verður oxytocin regluliga útloyst, sum eisini er viðvirkandi til, at mamman áhaldandi er á sama støði kensuliga í mun til barnið, sum beint eftir føðing.
(Støðan er sjálvandi øðrvísi um mamman fær barnsburðartunglyndi).
Granskarar hava eisini nýliga, fyri fyrstu fer ávíst, at barnsburður hevur við sær varðandi broytingar í heilanum hjá kvinnuni. Broytingarnar kunnu síggjast í teimum økjum í heilanum, sum hava ábyrgd fyri sosialari og kensluligari uppliving og fyri evnunum hjá kvinnuni til at seta seg inní hugsanir og upplivingar hjá øðrum.
Granskarar halda, at hesar fysisku broytingarnar í heilanum, eru við til at gera kvinnurnar til betri mammur. Serliga tá hugsa verður um teirra evnir til at verja og til sínámillum ávirkan við barnið. Tær blíva við hesum eisini dugnaligari til at avlesa barnsins kensluliga og fysiska tørv.
Tað er ómetaliga gott fyri familjuna, at øll kunnu verða heima og saman beint eftir føðing. Tað vil siga at pápin hevur rætt til barsilsfarloyvi í nakrar vikur saman við mammuni beint eftir føðing. Tann besta gávan pápin kann geva sínum barni er at elska mammuna verður mangan sagt. Eg vil staðiliga frámæla at lóggeva fyri hvussu brasilstíðin verður býtt millum foreldrini. Í nógvum førum hevur mamman HUG til at verða heima saman við sínum barnið, meðan pápin IKKI hevur hug.
Vit kunnu og mugu ikki lóggeva ímóti tí, sum hjá so nógvum familjum er tað mest natúrliga í verðini. Og vit kunnu ikki lóggeva kvinnunum út á arbeiðsmarknaðin.
Tá hetta er sagt, so er sjálvandi meira barsilstíð til pápan kærkomin, tað skal bara ikki við lóg takast av barsilstíðini hjá mammuni.
Barsilstíðin er rætturin hjá barninum og IKKI ein spurningur um javnrættindi hjá kvinnum og monnum! Samfelagið eigur at hava tað álit á foreldrum, at tey, í allarflestu førum, sjálvi duga at finna útav, hvør eigur at vera heima hjá barninum og nær. Tað eru tey sum vita, hvat er best í teirra egna føri.
Tað er barnið sum eigur at fáa tillutað sín rætt til barsilstíðina. Familjan skal eiga frælsið til at býta tíðina millum seg soleiðis, sum tað nú er best fyri barnið.
Vinarliga
Lillian Bjarnadóttir Poulsen
Heilsufrøðingur