Barsilsskipanin má broytast

Í Sosialinum fríggjadagin varð víst á, at partur av tí peningini,  sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjalda beinleiðis til Bars­ils­skip­an­ina, fer í lands­kass­an. Hetta tí, at Bars­ils­skip­an­in er á fíggj­ar­lóg­ini og ikki sjálvsstøðugur grunn­­ur, sum t.d. Ar­beiðs­loys­is­­skip­an­in.

Før­oya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag, Før­oya Ar­beið­ar­a­fel­­ag og S&K eru samd um, at Barsilsskipanin má broyt­ast

 

Stýrið fyri ALS hevur júst boð­að frá, at tað fer ikki at lækka ALS-gjaldið, hóast ar­beiðsloysið er sera lágt í løtuni. Hetta verður gjørt fyri at hava okkurt at stand­a ímóti við í verri tíð­um.

Hesin møguleiki finst ikki fyri Barsilsskipanina. Tað eru somu partar, ar­beiðs­gevarar og løn­tak­arar, sum gjalda inn til bæði ALS og Bar­sils­skip­an­ina. Tað er tó bara á hesum øki­num, at skipanirnar kunnu samanberast. Bars­ils­skip­anin er ikki sum ALS ein sjálvstøðugur grunnur, men er hinvegin beinleiðis part­ur av fíggjarlógini. Tað merk­ir, at í góðum tíðum sum nú, tá nógv virksemi er í samfelagnum, og inngjaldið harvið er høgt, fer yvirskotið av skipanini bein­leiðis til aðra nýtslu á fíggj­arlógini. Hetta hendir, hó­ast tað eru partarnir á ar­beiðsmarknaðinum, sum fíggja skipanina, og pen­ing­ur­in, sum verður kravdur inn, er oyramerktur til Bars­ils­skip­anina.

Ein skipan sum Bar­sils­skip­an­in fer ongantíð akkurát at javnviga heilt, tí at bæði inn­gjald og útgjald eru ó­gjørlig at gera ná­grei­n­i­lig­ar metingar um. Politiski myndugleikin hevur ásett, at tað eru partarnir á ar­beiðs­marknaðinum, sum hava ábyrgd av at fíggja Bars­ils­skipanini. Tí er trup­ult at ímynda sær, at lands­kassin fer at traðka til í verri tíðum, har inngjaldið frá arbeiðsmarknaðinum verð­ur ov lágt. Hetta merk­ir tí í veruleikanum, at inngjaldið altíð verður í hægra lagið, til tess at tryggja at skipanin ikki gev­ur undirskot.

Før­oya Ar­beiðs­geva­r­a­fel­ag og fleiri fakfeløg hava fyrr víst á, at Bars­ils­skip­an­in eigur at verða skipað á sama hátt sum ALS, og at báð­ar skipanirnar, og kanska aðrar við, verða lagd­ar í ein ar­beiðs­markn­að­ar­dep­il, sum partarnir á a­r­beiðs­marknaðinum vara av. Tá politiski viljin er, at partarnir á arbeiðs­markn­að­i­num skulu gjalda, er eisini rím­u­ligt, at tað eru hesir part­ar sum stýra slíkum skip­anum á ein skinsaman hátt.

Tað líkist ongum, at skatt­gjald­ar­in, bæði ar­beiðs­gevari og løntakari, gjalda pe­n­ing, sum er roknaður til Bars­ils­skipanina, til bein­leiðis aðra nýtslu á fíggj­ar­lógina. Tað einasta rætta er, at eitt møguligt yvirskot av bars­­ilsskipanini verður lagt til síðis, soleiðis at hetta kann verða brúkt í verri tíð­um, tá inngjaldið lækkar. Á henda hátt verða upp- og nið­ur­gong­dstíðarskeið javn­aði og gjaldið til Bars­ils­skip­an­ina meiri stabilt.

Føroya Ar­beiðs­gev­ar­a­fel­ag, Føroya Arbeiðarafelag og S&K eru samd um, at her má broyting koma í, ong­antíð ov skjótt. Tað er hesir partar, sum gjalda til skip­an­ina og gera tað við tí fyri­t­reyt, at hetta er til at fíggja Barsilsskipanina. At eitt yvirskot fer beinleiðis í lands­kassan og ikki verður hild­ið í Barsilsskipanini, kann als ikki verða góð­tik­ið.

Føroya Ar­beiðs­gev­ara­felag,

Føroya Arbeiðarafelag

S&K