BARSILSLØN
Nýggja barsilsskipanin varð samtykt á tingi týsdagin, men líka til tað síðsta komu broytingaruppskot, sum kortini øll fullu. Skipanin varð samtykt við teimum broytingum, sum vinnunevndin hevur skotið upp.
Tað var beint upp undir jól, at landsstýrismaðurin í vinnumálum legði fyri tingið uppskot um nýggja barsilsskipan galdandi fyri allar kvinnuligar løntakarar á arbeiðsmarknaðinum. Síðani hevur landsstýrismaðurin heitt á nevndina um at gera eina røð av broytingum í lógaruppskotinum, í flestu førum eftir tilmæli frá Arbeiðsloysisskipanini. Flest allar av tekniskum slag, sum gera innkrevjingarháttin einfaldari og minni arbeiðskrevjandi.
Fyrsta viðgerð av uppskotinum var miðskeiðis í januar, uppskotið varð beint í vinnunevndina og í farnu viku legði ein samd vinnunevnd álit fyri tingið. Við triðju viðgerð varð uppskotið samtykt, slakar tveir mánaðir áðrenn tað kemur í gildi.
Við nýggju skipanini fáa allar kvinnur á arbeiðsmarknaðinum fult endurgjald fyri lønarmiss í sambandi við barnsburð. Skipanin umfatar bæði kvinnur og menn, soleiðis, at kvinnum verður rindað endurgjald í fýra vikur áðrenn barnsburð, og kvinnum og monnum í 24 vikur eftir barnsburð, umframt tvær vikur, sum serliga eru tilskilaðar monnum. Við hesi skipanini hava pápar tískil møguleikan at vera heima hjá barninum fyrstu tíðina, og tað er ein stórur bati í mun til galdandi skipan, tí tað hava teir ikki havt áður. Foreldur, ið ættleiða barn, hava rætt til barsilsfarloyvi í sama mun, sum tey hava rætt til barsilspening.
Mett verður, at árliga útgjaldið frá skipanini vegna barnsburð og ættleiðing til mammur og pápar verður uml. 44-46 mió. kr., ella 81.107,- fyri hvørt barnið. Verða uml. 25 mió. kr. fíggjaðar yvir vanliga skattin, eru eftir at fíggja uml. 21 mió. kr. Til fígging av meirkostnaðinum verður eitt prosentgjald lagt á A-inntøkur uppá 0,25%, sum løntakarar móttaka og sum arbeiðsgevarar rinda, ella tilsamans 0,50%. ALS skal umsita barsilsskipanina, og verður mett, at kostnaðurin av umsitingini verður uml. 1,8 mió. kr. árliga. Fyrsta árið verður kostnaðurin tó uml. 2,8 mió. kr., við tað at byrjanarkostnaðurin verður mettur til 1 mió. kr.