Barometrið á ferð

Reportararnir í útvarpssendingini Barometrinum høvdu fríggjadagin leitað sær til Runavíkar á eystanstevnu. Her skipaðu teir fyri brotssparkskapping á fótbóltsvøllinum við Løkin, har ongin minni enn Jens Martin Knudsen stóð ímillum stengurnar

Runavík: Fríggjadagin høvdu runavíkingar forkunnuga vitjan. Talan er um ongan minni enn teir tríggjar reportararnar í útvarpssendingini Barometrinum hjá Útvarpi Føroya, Hera Jacobsen, Kára Sólstein og Elin í Stórustovu.
Í allarfagrasta veðrið høvdu útvarpsfólkini leitað sær út á fótbóltsvøllin við Løkin í Runavík, har skipað varð fyri eini brotssparkskapping.
Nógv fólk vóru komin út á fótbóltsvøllin, har vinnarin streyk avstað við eini flogferð fyri tvey til Aberdeen og aftur frá Atlantic Airways.
Kappingarreglurnar vóru einfaldar. Tað snúði seg um at fáa bóltin í málið, har ongir minni enn málmenninir báðir Jens Martin Knudsen hjá 1. deild hjá NSÍ og Tórður Thomsen, sum spælir í unglingadeildini hjá sama felag, stóðu millum stengurnar.
Brotssparkskappingin varð skjótt og væl avgreidd, og tá útvarpssendingin var liðug, kundi Jóhan Ásmund fara glaðbeintur aftur til húsa við eini flogferð í lummanum.