Barok hevur kvøld fyri tilkomin


 

Klaksvík: Leygarkvøldið fer Barok at skipa fyri einum tiltaki, sum serliga er ætlað teimum tilkomnu.

Síðani Barok lat upp hava ungfólk brúkt staðið nógv ? bæði gjøgnum vikuna og um vikuskiftið. Tey meiri tilkomnu hava ikki verið nógv at sæð, og tí heldur Barok, at tað er upplagt við einum tiltaki til tey.

Bólkurin Hjún fer at spæla til dans leygarkvøldið, og aldursmarkið verður 25 ár.

Við hesum tiltaki vónar Barok, at tey tilkomnu eisini hava hug at brúka staðið av og á.