Barnsburðarskipanin: Gjald og vald skulu fylgjast

Ingeborg Vinther fegnast um, at samgongan ætlar at bøta um barsilsskipanina, men skulu partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava rokningina, skulu teir eisini hava valdið

Nú verður tosað um at leingja barsilstíðina upp í eitt ár, og samstundis skulu páparnir nú fáa álagt við lóg at vera heima hjá barninum ávíst tíðarskeið í hesum árinum, barnsburðarfarloyvið varar.

Tað fegnast Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag um á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið.

Barnsburðarskipanin er ein skipan, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir gjalda. Men Ingeborg Vinther staðfestir, at eins og ALS, er heldur ikki Barsilsskipanin nøktandi fyri tímalønt

Ingeborg Vinther sigur alt gott um, at tað skal vera møguligt at vera heima hjá barninum í eitt ár.

- Men tað krevur, at inngjaldið til Barsilsskipanina hækkar. Og tað merkir so aftur, at antin mugu partarnir á arbeiðsmarknaðinum gjalda meir, ella má landskassin gjalda tað, sum í restar.

Ingeborg Vinther staðfestir, at tað, sum samgongan ætlar, er, at tað skal vera arbeiðsmarknaðurin, sum skal gjalda eykarokningina.

- Tá er lagamanni hjá samgonguni at leingja barsilstíðina, tá ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum skulu gjalda. Men samstundis er tað eisini ætlanin, at landsmyndugleikarnir framvegis skulu hava valdið á skipanini, so at teir kunnu áleggja arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum fleiri og fleiri gjøld.

- Men skulu vit gjalda, mugu vit eisini hava ábyrgdina og stýrið á skipanini. Alt annað er heilt burturvið, staðfestir Ingeborg Vinther.