Barnið skal í fokus

Eitt toymi skal skipast fyri hvørt einstakt barn við autismu. Tilboðið skal taka støði í barninum og familjuni, sigur Eyðvør Mortensen, sum leggur fram tilmæli um ta góðu tilgongdina

Eitt toymi skal skipast fyri hvørt einstakt barn við autismu. Tilboðið skal taka støði í barninum og familjuni, sigur Eyðvør Mortensen, sum leggur fram tilmæli um ta góðu tilgongdina.

 

Ein grundtanki er at skipa eitt vælvirkandi toymi um hvørt einstakt barn við autismu. Í toyminum eru, umframt foreldrini at barninum, eitt umboð fyri almannaøkið, heilsuøkið, námsfrøðina og sernámsfrøðina. Umboðini hava so hvør í sínum lagi ábyrgd fyri sínum øki, tey eru at at rokna sum akkerspersónar fyri sín stovn ella geira, og arbeiðið verður skipað við regluligum netfundum við fastari skrá. 

 

Eyðvør Mortensen metir ikki, at tað er at taka munnin og fullan og seta ov ambitiøs mál, tá arbeiðsbólkurin mælir til at skipa eitt toymi fyri hvørt einstakt barnið:

 

– Í flestu førum eru myndugleikarnir longu inni í myndini í dag, so í roynd og veru snýr tað seg um at skipa samstarvið, sigur Eyðvør Mortensen.

 

Okkurt um 50 fólk hava verið við í arbeiðnum at gera tilmælið, ið fyrrapartin varð almannakungjørt.

 

LES TILMÆLIÐ HER

 

Tilmælið er ein stutt og greið ætlan fyri, hvussu mongu og ymsu myndugleikarnir í felag kunnu røkja sína skyldu at veita børnum við autismu og familjum teirra eitt so gott tilboð sum yvirhøvur tilber.

 

Samfelagið skal skapa eitt samanhangandi tilboð, frá fyrstu ábendingar eru um autismu, til brekið autisma er staðfest, víðari til barnið fer í skúla sum frálíður veksur upp og traðkar fyrstu fetini inn í vaksnamannatilveruna.

 

– Endamálið er ein greið og skipað almenn tænasta, sum byggir á samstarvsavtalur, eitt felags virðisgrundarlag og greiðar virkisætlanir fyri hvørt einstakt barn við autismu, sigur Eyðvør Mortensen.

 

Jørmund Foldbo: Yvirlýsingin fær eitt stórt pláss í mínum hjarta

 

Ein grundtanki í tilmælinum er at skipa eitt vælvirkandi toymi um hvørt einstakt barn við autismu. Í toyminum eru, umframt foreldrini at barninum, eitt umboð fyri almannaøkið, heilsuøkið, námsfrøðina og sernámsfrøðina. Umboðini hava so hvør í sínum lagi ábyrgd fyri sínum øki, tey eru at at rokna sum akkerspersónar fyri sín stovn ella geira, og arbeiðið verður skipað við regluligum netfundum við fastari skrá. 

 

– Vit meta, at eitt vælvirkandi toymi um barnið kann loysa tær flestu avbjóðingarnar, sum eru, sigur Eyðvør Mortensen.

 

Sambært arbeiðsbólkinum eru millum 150 og 200 børn við autismu í Føroyum. Nýggja skipanin skal setast í verk 1. januar næsta ár, og í seinasta lagi 1. januar 2016 skulu allar familjur hava fingið tilboðið.

 

Hoyr samrøðu við Eyðvør Mortensen við at trýsta á pílin undir myndini.