Arbeiðs- og lønarviðurskiftini hjá námsfrøðinginum og hjálparfólkum skulu endurskoðast og dagførast í mun til nútíðar krøv. Vit kunnu ikki góðtaka, at starvsfólkið innan hetta økið, av søguligum ávum, skulu vera eftirbátar í samband við løn og starvsaldur!
Tað kann ikki vera meiningin, at tað skal vera tilvildin, ið ræður, í samband við góðskuna á stovninum, tá hugsað verður um, hvussu normeringin á stovninum er.
Eitt minstamark skal sjálvsagt vera fyri, hvussu nógvar tímar eitt starvsfólk hevur til hvørt barnið, sum gongur á dagstovninum.
Hetta vil Javnaðarflokkurin fremja í verki í samráð við Pedagogfelagið. Støði skal sjálvsagt takast í fortreytunum hjá barninum. Barnið skal kunna ferðast í einum umhvørvi, har tað verður hoyrt og sætt, og har onkur prátar við tað. Tað skal kunna ferðast einum umhvørvi, har happing verður fyribyrgd, og har barnið á bestan hátt kann mennast bæði persónliga og sosialt.
Sigga Óladóttir Joensen
Valevnið Javnaðarfloksins.










