Barnavognin inn í bilin í heilum líki

Citroën Berlingo er ein tann mest seldi familjubilurin í Føroyum. Hann kom fyrstu ferð á marknaðin í 1996, og bleiv beinanvegin væl móttikin av barnafamiljunum í Evropa og aðrastaðni

At seta seg inn í ein Berlingo í Modutop útgávuni er sum at koma inn í eitt flogfar, har eru ikki minni enn fimm loftvindeygu, fleiri hillar, skáp við lúkum, og ventilatiónsdysir. Til tey ferðandi á baksetrinum eru tvey smá borð, júst sum í flogførunum. Undir loftinum framman er ein fløguboks. Clim útgávan hevur eisini aircondition.

Undir loftinum í viðførisrúminum er eisini eitt rúmligt skáp. Ein Modubox innkeypsvognur er eisini við í keypinum.

Berlingo er ein fimm persónabilur, men eitt eykasetur kann setast inn í viðførisrúmið, sum annars er so stórt, at ein barnavognur passar inn uttan at skula leggjast saman.

Berlingo fæst við tveimum bensinmotorum við ávikavist 75 og 110 hk og tveimum dieselmotorum við 71 og 90 hk, sum er ein HDI motorur.

Prísir úr einans kr. 155.000

Myndatekstur:

Mynd: Jens Kristian Vang

.