Barnaútvarpið fær serliga viðurkenning

Jonna Fritsdóttir Mortensen tók ímóti ársins viðurkenning á kveikjaradegi í Norðurlandahúsinum í dag

 

 

- Barnaútvarpið hjá Kringvarpinum tekur børn í álvara.

 

Tað er ein orsøk til, at Jonna Fritsdóttir Mortensen, sum samskipar barnaútvarpið, fekk ársins viðurkenning frá SSP í morgun.

 

SSP er eitt samstarv ímillum løgreglu, skúla og sosialu myndugleikarnar, har endamálið er at byrgja fyri, at børn og ung koma í trupulleikar av ymsum slagi.

 

Í dag hevur SSP havt kveikjaradag í Norðurlandahúsinum og har varð so avdúkað, at barnaútvarpið skuldi fáa eitt herðaklapp.

 

SSP sigur, at barnaútvarpið fær viðurkenningina fyri tær fjølbroyttu sendingarnar, ið nema bæði børn og vaksin.

 

- Tey, sum gera sendingina eru forvitin og tora at taka torskild evni upp um rættindi og lívskor hjá børnum og at varpa tey út á ein einfaldan hátt.

 

- Har hoyrist spæl og látur, tit tosa við, og lurta eftir børnunum, sigur SSP um orsøkina til at lata barnaútvarpinum heiðurslønina.

 

- Barnaútvarpið fær landið at fungera, leggja tey afturat.