Festivalfyrireikararnir hava gjørt av, at stóra barnatiltakið í dag verður í Flags-tjaldinum Tað verður eftir øllum at døma regn, tá stóra barnatiltakið á Summar Festivalinum fer ígongd klokkan 15.30.
Tí hava fyrireikararnir gjørt av, at tiltakið ikki verður hildið á torginum, sum ætlað, men ístaðin verður hildið í Flags-teltinum. Tað er beint við áskoðaraskýlið við fótbóltsvøllin.