Í morgin, 24. juli, verður Marghøllin í Vági karmur um eitt barnatiltak.
Einasta marghøll í landinum verður frá klokkan 16.00 karmur um eitt tiltak fyri børn, har tey sleppa at royna ymiskt, t.d. forðarenning, hæddarlop, steffetrenning og annað.
Klokkan 17:15 vitjar klovnurin Bubu. Og Bubu er veruliga ein klovnur, tí hóast Bubu er búsettur í Suðuroynni, so heur hann verið so upptikin norðanfjørðs, at hann hevur ikki verið at sæð í Suðuroynni í eini tvey ár. Men í morgin bøtir Bubu um hetta við framførslu í heimbygdini og í Marghøllini.
Bubu fer at syngja, og við sær hevur hann guitarleikaran Berg Gudmundsen, og møguleiki verður eisini hjá børnum at taka mynd saman við Bubu.
Børnini fáa okkurt leskilgt, og vaksin hava møguleika at keypa sær kaffi ella te.
Tað er rørslufelagið í Suðuroynni, Hvistan, ið skipar fyri saman við Vágs Kommunu.










