Barnatiltak á Countryfestivalinum

Ævintýraferð, BBIW, næmingar úr Sørvági við nýggjum sangum og Fríði Sigmundsson við garvaðum tónleikarum.

Ævintýraferð, BBIW, næmingar úr Sørvági við nýggjum sangum og so Fríði Sigmundsson við garvaðum tónleikarum er á skránni, tá barnatiltak er á Countryfestivalinum leygardagin í Sørvági, har børnini eisini sjálvi sleppa at royna seg.

 

 

Sum undanfarin ár, skipar Country- & Blues Festivalurin fyri góðum og stuttligum barnatiltaki. Tiltakið er leygardagin 6. juni og byrjar kl. 15 tá Ævintýraferðin fer á pallin. Kl. 16 syngja næmingar í 3. flokki í Sørvágs Skúla nøkur løg, og eftir tað er pallurin opin fyri børn at framføra, og BBIW fara eisini at spæla nøkur løg.

 

Kl. 17 spælir Fríði Sigmundsson.

 

 

Ævintýraferðin:

Dánjal Kagadingdingkagadingdingkagadum og Búi Sibbidibbidimdimdubadabadam spæla á Country og Blues festivalinum.

Dánjal og Búi hava síðan 2004 útgivið 8 fløgur. 

8 fløgur er tað sama sum 53 sangir.  

53 sangir er tað sama sum 169 minuttir.

169 minuttir eru tað sama sum 10.140 sekund. 

10.140 sekund er tað sama sum 10.140.000 millisekund. 

Av teimum 10.140.000 millisekundunum hava 6580 millisekund verið at hoyrt nógv í útvarpinum.

Sipa verður til millisekundini Grækaris Grashøvd og Snedigt. 

Hesi 6580 millisekundini pluss 31940 millisekund, fara Dánjal og Búi at frammføra á Country og Bluesfestivalinum. 

Aftrat sær á palli, hava Kagadingdingkagadingdingkagadum og Sibbidibbidimdimdubadabadam trummuspælarin Per. (Per er eitt stutt navn)

 

 

3. flokkur í Sørvágs skúla:

Aftur í ár luttekur 3. flokkur í Sørvágs skúla á Country- & Blues festivalinum. Tað var í fjør, at hesin flokkur bleiv kendur um alt landið við sanginum: "Føroyar eru heimsins besta stað". Hesin sangur bleiv nógv spældur og bleiv eitt stórt youtube-hit. 

Í hesum døgum arbeiðir 3. flokkur við at innspæla fleiri løg, sum tey koma at framføra á festivalinum. Hesir sangir eru lættir, livandi og festligir og hava allir sangirnir lættan og frískan puls.

Í 3. flokki í Sørvágs Skúla eru sera nógvar góðar sangrøddir, sum gleða seg at framføra á pallinum í teirra egna heimstaði.

 

 

BBIW er ein stytting av Best Band In the World. Hetta er tónleikabólkur sprottin úr Musikkskúlanum í Vágum, tónleikalívið í Vágum blomstrar og hetta er eitt gott dømi um tað,. Tey, ið eru við í BBIW eru ungdómar í aldrinum 10 - 13 ár, tey fara at spæla breitt Country tilfar. Ljóðførini røkka frá guitar, trummum, floytum og til blásarar.





Fríði Sigmundsson við garvaðum tónleikarum

Fríði er ein ungur og sera evnaríkur guitarspælari. Hann vann Talent 2014, sum Margarinfabrikkin skipaði fyri. Fríði er 11 ár og gongur í 4. a í Santa Frans Skúla í Havn. Í frítíðini spælir Fríði hondbólt, fótbólt og guitar. Tónleikurin hann spælir nógv er m.a. Country & Blues.

 

Saman við Fríða fara garvaðir tónleikarar,ið hava mong pallár á baki, á pall. Teir eru Dánjal Jákup W. Holm, trummur, Dagfinn Olsen, bass, Sámal Lindenskov, guitar og Thorbjørn Lisberg, ljómborð.