Barnamentan er ikki bara-bara

Hóast tað kanska tykist lætt og líkatil, liggja nógvir teoretiskir tankar og hugleiðingar aftanfyri barnaútgávurnar hjá Jensinu Olsen. Hon hevur sett sær fyri at framleiða dygdargott barnatilfar á føroyskum

- Guvide, hvat tollararnir høvdu sagt, um teir lótu mítt kuffert upp? Jensina stendur mitt á gólvinum við trimum yvirvaksnum blýantum í hondini. Hon hevur drigið teir úr stóra gyklara-kuffertinum við alskyns lutum, sum hon brúkar, tá hon er úti og framførir.

Jensina Olsen, tónleikari og barnasjónvarpsvertur, er heima í summarferiu. Bæði fyri at marknaðarføra nýggjastu fløgu sína og at giftast.

Yviri á songini liggur Ljóðfílurin og hyggur upp í loft, so hann fær frið. Ljóðfílurin er toybamsan, sum Jensina hevur brúkt í sjónvarpssendingunum Ding Dang Papsang, og nú eisini í sambandi við nýggju fløguna, ”Barnahjartafløga”.

Jensina er helst tað, sum vit rópa eitt multitalent. Bæði innan tónleik og skapandi list hevur hon evnir framum tey flestu. Og tað eru hesar gávur føroysk børn enn einaferð fáa gagn av. Tí Jensina hevur sett sær sum mál í lívinum at framleiða dygdargott tilfar til føroysk børn á føroyskum. Hetta, hóast hon býr í Danmark.

- Tá eg eri niðri, síggi eg veruliga, hvussu nógv manglar til føroysk børn. So eg brenni fyri at útgeva gott tilfar á føroyskum. Tilfar, sum gevur meining og leggur nakað eftir seg, og ikki bara er tant og fjas, sigur Jensina Olsen.


Hyggur eftir barnasendingum

Hon brúkar nógva tíð og orku upp á til at granska barnatilfar av ymsum slag. Bæði útlendskt og eldri føroyskt tilfar.

- Til dømis fann eg nøkur barnabløð frá fyrst í 60unum hendan dagin. Har er týðuligt, at ritstjórnin hevur sett sær eitt tilvitað mál fyri, hvat skuldi prentast í blaðnum. Til dømis verða foreldrini staðiliga mint á at geva børnunum føroyskar bøkur, og mátin tey tosa við børnini vísir eisini eina sjáldsama virðing og ídni, fortelur hon. Sum dømi nevnir hon teigin ”Børnini skriva”, har ritstjórnin sigur: Tú skalt sjálv/ur skriva søguna, tí tað dugir tú!

Undir fyrireikingunum til Ding Dang Papsang, fór Jensina upp við hønunum á morgni fyri at hyggja at barnasendingunum í sjónvarpinum. Millum annað hjá BBC. Hon greiðir frá, at bretar hava eina aðra siðvenju á hesum økinum enn vit í norðurlondum, bæði í mun til, hvussu tey tosa við børnini og innihaldsliga. Tilfarið skal eggja og stimbra og leggja nakað eftir seg, so børnini sjálvi fáa hug at skapa nakað, nýta hugflogið og at vera kreativ.

- Har verður alt ikki bara serverað. Tað setir nakað í gongd í heilanum aftan á, at kassin er sløktur, og hetta verður nógv undirmett í dag, staðfestir Jensina Olsen.

Her sipar hon til eina barnamentan, har børnini verða stoppfóðrað við designi, myndum og ljóði alla tíðina. Væl at merkja meiri og minni perfektum avrikum, sum professionell fólk hava framleitt. Tað letur ikki upp fyri nøkrum, men mettar børnini. Tí leggur hennara barnatilfar upp til, at børnini sjálvi skapa nakað, og at tað ger onki, um alt ikki er so perfekt.


Tað perfekta er drepandi

Hon sigur, at kravið um tað perfekta verður eitt haft um beinini á børnunum, so tey halda seg aftur. Tá alt skal vera so reint og pent og liðugt, tora tey ikki at royna seg; at gera mistøk, líma skeivt, detta á súkluni ella syngja falskt.

- Øll hava eitt kreativt gen innan okkurt øki. Tað kann vera matgerð, tónleik, urtaðgarðsrøkt ella okkurt annað. Um man keðir seg og eitur Ásla og er 7 ár, so er tað óneyðugt at eiga bæði glimmurlím, límpistól ella mynstursaks fyri at skapa nakað sjálv. Ein tóm vesirullu, eitt reytt pappír og ein pinnur kunnu eisini vekja skapanargleðina- og hugin, sigur Jensina.

Fólk siga ofta við Jensinu, at hon er so herlig, lívlig og kreativ.

- Eg havi sagt við meg sjálva, at eg eri ikki perfekt, og ætli mær heldur ikki at vera tað. Í tí óperfekta hendir nakað spennandi og skapandi. Hevur tú kanska nakrantíð beundrað nakran, sum ger tingini akkurát líka sum onnur, tað óorginala, spyr Jensina.

Tey, sum hava upplivað Jensinu upptraðka, kenna hetta aftur. Tað fría og ósmædna, sum flestu fólk aftra seg við.

- Eg havi lært at góðtaka meg sjálva, sum eg eri. Og eg fái bara smíl og positivar afturmeldingar, tí eg tori at hoppa runt á pallinum við boppum og dellum og øllum. Tað gevur so fantastiska nógv at tora at vera erlig.

- Tí vil eg staðiliga heita á øll, bæði børn og vaksin, um at læra seg at siga: Gott er! Tað ger onki, um eg ikki eri perfekt/ur, sigur hon.


Børn liva nú

Eitt høvuðssjónarmið hjá Jensinu er eisini, at tað, sum tú fert undir, nýtist ikki at enda við einum ávísum úrsliti. Tað er ikki produktið, men tilgongdin, sum er skapandi og leggur nakað eftir sær.

- Tá børnini sita og skapa, fokusera tey vaksnu upp á úrslitið, at tað skal eydnast og kann brúkast til nakað. Hjá børnum snýr tað seg um nú’ið og at sita og royna seg. Tá tey eru liðug, hava tey ”gloymt” tað, og fara til næsta spæl. Tey liva her og nú, og hugsa ikki um endan á tilgongdini. Tí eru børn, sum sleppa at royna seg og keða seg, nógv meira kreativ enn vaksin, sum tíverri ofta eru uppsteðgað, sigur Jensina.


Meningar um barnamentan

Brádliga sær hon skeiv út í andlitinum. Spílar oyruni út og lurtar afturá. Jú, har er eitt ljóð. Ein tóni. Reisir seg og leitar. Tað er radiatorurin. Tekur eitt viskustykki og leggur á. Nú er ljóðið vekk.

- Puha, hatta var gott. Eg eri so ljóðfølsom, sigur hon, og tekur hendurnar upp fyri oyruni. Setist og prátar víðari. Um kreativitet og børn, um nútíðarmenniskjað, sum altíð skal taka myndir, í staðin fyri at vera til staðar, um stressað foreldur, sum ikki hava tíð at sita við børnunum eina løtu, um at tosa varliga, men við virðing við børnini, tí tey ræðast larmandi fremmand vaksin og um útgávur, fløgur, sendingar og barnabøkur, sum hon kundi hugsað sær at givið út. Altíð á føroyskum og til føroysk børn.

Men vit fáa ikki alt við í eina grein, so tað má bíða til eina aðru ferð. Tí hon hevur so nógv gott upp á hjartað, um børn og barnamentan í Føroyum. Og tað er sjáldsamt her á landi.

- Men fyrst fari eg at royna at koma út í dagstovnarnar við Ljóðfíli og sangunum av fløguni. So fáa vit at síggja, hvat tað verður til, sigur Jensina, og fer yvir til Ljóðfíl, sum eftir øllum at døma er troyttur av at liggja og hyggja upp í loft. Hann lýttar henni eitthvørt í oyrað.

- Hann er fornermaður, tí tú ikki hevur spurt hann um nakað, staðfestir hon. Tekur hann

upp á armin og uggar hann.

Hví havi eg ikki hugsað um tað?