Barnagudstænasta í Argja kirkju

Sunnudagin klokkan 11 verður barnagudstænasta í Argja kirkju. Barnasangur, myndaprædika, kirkjusaft og mangt annað verður á skránni.

Í sambandi við at sunnudagsskúlin byrjar aftur komandi sunnudag eftir summarsteðgin, verður barnagudstænasta í Argja kirkju, sum siður er.

Á gudstænastuni sleppa børnini at syngja nakrar kendar sunnudagsskúlasangir, meðan onkur leiðir tey í sanginum við onkrum ljóðføri. Prestur prædikar eina myndaprædiku, sum ikki hevur annan týdning enn at myndir verða vístar á stórskíggja, meðan prædikað verður. Eftir gudstænastuna er eisini kirkjusaft, har børnini kunnu fáa saft og okkurt afturvið, meðan onnur fáa kirkjukaffi við onkrum afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin til barnagudstænastuna komandi sunnudag klokkan 11 í Argja kirkju, sigur Derhard Jógvansson, perstur.