Barnagarðurin í Skopun boðin út

? Ætlanin var, at hann skuldi verða liðugur í ár, men tað verður av ongum, sigur bygdaráðsformaðurin

Barnaansing

Skopun: Nú verður arbeiðið at gera barnagarðin í Skopun lidnan, boðið út.
Bygdaráðið hevur gjørt av at bjóða barnagarðin út í tveimum og nú er jørð og betong arbeiðið við at verða liðugt og so skal restin gerast.
Á fundi í bygdaráðnum herfyri, varð sostatt samtykt at bjóða restina av barnagarðin út.
?Arbeiðið verður ikki boðið út í einum, men hvørt arbeiðið verður boðið út hvør sær, eitt nú málaraarbeiðið, elarbeiðið timburarbeiði, sanitet, ventilation o.s.fr, sigur Gerhard Lognberg, bygdaráðsformaður.
Hann sigur, at ætlanin var, at barnagarðurin skuldi vera liðugur í ár, men tað verður av ongum.
? Vit fíggja barnagarðin yvir raksturin hjá kommununi, tí vit taka ikki lán til hann.
Bygdaráðsformaðurin sigur, at í ár eru 1,4 millión sett av til barnagarðin og tað fer ikki at strekkja til og tí verður neyðugt at arbeiða næsta ár eisini.
Hann metir, at barnagarðurin fer at kosta einar 2,5 millión tilsamans.
Men talan er afturfyri um ein hampiliga storan stovn. Barnagarðurin er 370 fermetrar og har verður pláss fyri 30 børnum, ella gott tað. Talan verður áleið helvt um helvt av vøggustovubørnum og barnagarðsbørnum.
Samstundis, sum barnagarðurin verður tikin í nýtslu, er ætlanin í hvussu so er fyribils at taka dagrøktina av.
? Dagrøktin í Skopun hevur virkað sera væl, men at byggja barnagarðin er at fara eitt stig víðari, sigur bygdaráðsformaðurin.
Hann sigur, at samstundis, sum dagrøktin helst verður løgd niður, fara dagrøktarmammurnar í barnagarðin at arbeiða