Sjey dagrøktarmammur taka sær um dagarnar av teimum 40 børnunum, ið foreldrini hava latið teimum at ansa. Stóra bygdarhúsið í lítlu bygdini er karmur um partar av virkseminum hjá hesum mongu børnum. Hvønn óðinsdag fara børn og dagrøktarmammur í Bygdarhúsi at hava tað, ið á námsfrøðimáli verður rópt, spælistova.
Hittast á hvørjum degi
Tað er nú kortini ikki so, at tað bert er á hesum degi, dagrøktarmommurnar hittast. Bygdin er lítil, so hóast tær hava børnini heima hjá sær sjálvum, hittast tær kortini meira ella minni tilvildarligt á hvørjum degi. Spælistovudagurin liggur hinvegin í føstum karmi. Tann morgunin, tey øll hittast har, verður avgjørt hvat gerast skal. Er veðrið til vildar, verður kanska farið oman í fjøruna at finna ymiskt at líma á pappír og prýða við litum.
Barnagarður betur
Sosialurin spurdi dagrøktarleiðarinnuna, Kristinu Nybo, um ikki grundarlag hevði verið fyri einum barnagarði, nú so nógv børn eru í bygdini.
? Eg hevði sjálv ynskt, at vit høvdu barnagarð í bygdini. Eg haldi, at tað er sunnari fyri børnini at vera savnað á einum stað, sigur hon, og leggur afturat, at í einum barnagarði hevði ikki verið líka lætt hjá børnum at dottið burturímillum í smædni, eins og tey høvdu lært betur at tosa, vóru tey fleiri saman, hvønn dag.
Ov drúgvir dagar
Dagstovnaleiðari í Tórshavn gjørdi herfyri vart við, at dagarnir á stovninum mangan vóru ov langir hjá børnunum. Hósvík er onki undantak í hesum høpi. Kristina Nybo fegnast um, at hesin trupuleikin er komin í brennidepilin.
? Eg taki fult undir við leiðaranum á Lítla Skógi í Tórshavn. Hol er umsíðir farið á ein stóran svull, og einasti hátturin er kanska at skerja tímatalið hjá tí einstaka barninum. Dagrøktin skal hjálpa foreldrunum við barnaansing, tí tey bæði noyðast út at klára dagin og vegin; hon er ikki til at avlasta foreldrini, staðfestir leiðarin á dagrøktini í Hósvík.
Trupulleikin
skal loysast
Kristina Nybo heldur, at arbeiðsgevarar kanska høvdu verið noyddir at lagað seg eftir umstøðunum, varð tímatalið á stovnunum sett niður á t.d. 35. Hinvegin hevði hetta kanska havt tað við sær, at kvinnurnar vórðu riknar heim aftur av arbeiðsmarknaðinum.
? Best hevði verið, um vit kundu loyst henda trupulleika við samskifti við foreldrini, og tað vóni eg eisini, at vit kunnu, sigur Kristina Nybo at enda.