Nú skal barnagarðurin á Velbastað verða umhvørvisvinarligur - og tað skulu aðrir barnagarðar í Havn eisini.
Nú fer Tórshavnar Býráð nevniliga at seta sólsellur á takið á barnagarðinum á Velbastað, og hann skal gera grønan streym, sum so skal seljast til SEV.
Hetta er eitt átak fyri umhvørvinum, tí endamálið er at minka um CO2 útlátið og dálkingina. Men endamálið er eisini at koma nærri málinum um at knýta kommunalu bygningarnar upp í varandi orkukeldur.
Hettar er fyrsti bygningur hjá kommununi, sum fer at hava sólsellur á takinum, ið framleiða grønan streym og býráðið sigur, at við hesum fer útlátið hjá stovninum av vakstrarhúsgassum at minka eini 90 prosent.
Býráðið sett 575.000 krónur av til endamálið, men nú arbeiðið er boðið út, vísir tað seg at kosta 288.000 krónur.
Tí verður avlopið flutt til Dagstovnin á Landavegnum, so at hann eisini kann fáa eina grøna orkuskipan
Nevndirnar í býráðnum eru samndar um hesa ætlanina, men nú skal hon so samtykkjast endaliga av býráðnum.