Bjarti Mohr, Býráðslimur, Fólkaflokkurin X við A
Samgongan í Tórshavnar Býráð hevur sett barnafrádráttin upp til kr. 5000 fyri komandi fíggjarár 2005. Eitt uppskot frá minnilutanum um at geva systkina-frádrátt í samband við barnaansingina var ikki samtykt. Uppskoti um systkinafrádrátt er gott og væl meint, men tað hevur ein ójavna við sær og er ringt at umsita. Ein størri barnafrádráttur kemur hinvegin øllum barnafamiljum til góðar og hann er gald-andi fyri børn og hálv-vaksin heilt upp til 18 ár. Tað man kosta líka nógv at hava tannáringar við hús sum at hava børn í barnagarði.
Ein størri barnafrádráttur kemur altíð teimum lægst løntu til góðar, ímeðan ein systkinafrádráttur ikki altíð ger tað.
Við hesum 5.000 kr. pr. barn hevur Tórshavnar Kommuna ein tann hægsta barnafrádráttin í landinum. Fólkaflokkurin hevur í sitandi samgongu verið við til at loyst barnaansingina. Vit koma framhaldandi at virka fyri at barnafamiljur fáa so góðar umstøður sum gjørligt og at øll fáa somu tilboð her í kommununi.
Fólkaflokkurin ? ein virkin flokkur.