Marjun Dalsgaard
?????????????
Týsdagin klokkan 13 danska tíð segði danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen í fólkatinginum endiliga orðini, sum so nógv í spenningi hava bíða eftir:
?Jeg indstiller til Hendes Majestæt Dronning Margrethe, at der afholdes folketingsvalg den 8. febr-uar?
Fólkatingslimir og ráðharrar vóru í óvanliga góðum hýri. Flennandi og gnisandi, hálsfevndu flokks- og starvsfelagar, sum vóru komnir ymsa staðni frá á fund henda serliga dagin. Øll bóru tey seg at, sum skuldu tey til eitt skúlaball í sjeynda flokki, so spent. Pyntaði eisini og luktilsisroykurin frá teimum smeyg sær upp til pressulógina til sveittandi journalistarnir og myndafólk-ini, sum har stóðu sum sild í dós og eygleiddu tey.
Uttan fyri í regninum stóðu friðarvaktirnar, sum hava hildið til uttan fyri Christiansborg síðan 19. oktober í 2001 fyri at mótmæla, at Danmark valdi at fara við USA í hernað móti yvirgangi við bumbuflogførum. Tey hava staðið har so leingi nú, at tey við sínum litføgru friðarfløggum fella inn í myndina av tí gomlu borgini, og tað er ikki so frægt, at nakar gevur teimum ans longur. Helst fara tey heldur ikki at seta nakran serliga dám á komandi valstríðið. Tíðin er komin til barnafamiljurnar, arbeiðsmarknað- og útbúgvingarpolitikk, og tað verður ikki spart uppá vallyftini.
Milliardir til vælferð
Tað gongur væl í Danmark, er boðskapurin hjá Anders Fogh Rasmussen, og tað prógvar hann við vallyftum fyri 24 milliardir av krónum yvir komandi 10 árini - ein upphædd, sum sjálvt stuðulsflokkurin, Danski Fólkaflokkurin, skýrir fyri ikki at vera ábyrgdarfulla. Men bjartskygni tykist at vera gandaorðið hjá Fogh. Sjálvt útlendingar, sum í 2001 vórðu settir á skránna, sum ein stórur óloysandi trupulleiki, verða nú hálaðir upp úr hattinum sum ein stórur vinningur, um tað eydnast at fáa teir undir útbúgving og í arbeiði. Útbúgving og gransking eru í hásæti, nú Vinstraflokkurin er farin í valstríð.
Gávurnar frá Mogens Lykketoft vænta heldur ikki í - hann kappast við Fogh um at røkta barnafamiljurnar, men fyri Javnaðarflokkin snýr tað seg fyrst og fremst um at seta arbeiðsloysið á dagsskránna. Hetta er veika punktið hjá VK stjórnini, ið ikki hevur megnað at liva upp til tey vallyftir hon gav í 2001 um at skapa fleiri størv - heldur er tað gingið hinvegin.
Tí er tað avgerðandi fyri formannin í danska Javnaðarflokkinum, at arbeiðsmarknaður verður týðandi partur av valstríðnum, og tað er eydnast higartil, millum annað tí hann longu sunnudagin legði fram ætlanina: ?Made in Denmark?, sum nú hevur fingið navnið Lykketoft-ætlanin, um at skapa 50.000 størv yvir 5 ár og 100.000 yvir 10 ár. Við »Made in Denmark« kann Lykketoft eisini leggja dentin á hugbur ella ideologiska munin á flokkunum, og tað eru annars ikki nógvir møguleikar fyri tí sambært vallyftunum hjá teimum báðum størstu flokkunum.
Sum pottur og panna
Fogh lovar ansingargaranti, og at barnafamiljur skulu gjalda minni fyri ansing. Lykketoft lovar loft á ansingarkostnað á 1000 krónur. Fogh lovar útbúgvingargaranti, Lykketoft lovar fýra nýggjar lærdar háskúl-ar og fría atgongd fyrsta árið eftir studentaskúlan. Fogh lovar skattasteðg, Lykketoft, skattaloft. Teir vilja báðir tekkjast barnafamiljum, ungum og eldri, og tað er ilt at síggja nakran serliga stóran mun á stevnuskránni hjá Vinstraflokkinum og Javnaðarflokkinum í síni heild.
Fogh hevur yvirtikið vælferðarpolitikkin hjá Javnaðarflokkinum og Lykketoft hevur yvirtikið útlendingapolitikkin hjá fráfarandi VK stjórnini.
Samfelagsfrøðingurin Hans Jørgen Nielsen, ið er lektor á Lærda Háskúlan-um í Keypmannahavn held-ur, at formenninir eru sum pottur og panna, og í veruleikanum hava meira til felags við hvønn annan enn við sínar stuðulsflokkar. Hann heldur tó ikki, at nakar møguleiki er fyri, at Javnaðarflokkurin og Vinstraflokkurin skipa stjórn saman. Tað hava teir roynt fyrr og tað gekk ikki serliga væl. Hann væntar tó, at tað verða sera breiðar semjur uttan mun til, hvør situr í stjórnini. Eitt nú eru teir stórt sæð samdir um kommunalu nýskipanina, hóast at teir ikki siga tað, sigur Hans Jørgen Nielsen.
Arbeiðsloysi kann bjarga Lykketoft
Eingin ivi er um, hvørji evni teir báðu stóru flokkarnir vilja hava á skránna - nevnliga, arbeiði, útbúgving og familjulív. Valstríðið er stutt og Fogh er munandi betur fyri í mun til veljarakanningar. Tí verður fyrsta vikan í valstríðnum avgerandi, um Mogens Lykketoft skal gera sær nakra vón um at taka yvir sessin frá Fogh. Eydnast tað honum at seta arbeiðið ovast á breddan, hevur hann ein møguleika. Men alt kann henda - tað er ikki møguligt at stýra einum valstríði, og tað er enn møguligt at bæði Irak kríggið og útlendingamálið fara at fylla heilt nógv, sigur Hans Jørgen Nielsen. Tað skal ikki so nógv til. Onkur hending í Irak, sum eisini hevur val 30. januar kann elva til, at kríggið verður tað stóra evnið.
Higartil eru tað bert Holger K. Nielsen úr Sosialistiska Fólkaflokkinum og Frank Aaem frá Eindarlistanum, sum hava havt Irak kríggið á skránni. Somuleiðis er Pia Kjærsgaard einsamøll um at seta útlendingaspurninginum ovaliga á listan.
Stuðulsflokkarnir týdning
Um útlendingapolitikkurin fær meira pláss í kjakinum, kunnu Radikali Vinstraflokkurin og Danski Fólkaflokkurin fáa størri týdning. Teir standa langt frá hvørjum øðrum í útlendingamálinum, og í tí sambandi hevur Fogh tann fyrimun, at hansara stuðulsflokkur, Danski Fólkaflokkurin, ynskir eina stranga kós á útlendingamálinum, meðan Radikali Vinstraflokkurin, sum væntandi skipar stjórn saman við Lykketoft, ynskir at føra eina meira opna leið enn Lykketoft lovar, og tað kann tí gerast ein trupulleiki hjá honum, at fáa veljaran at trúgva uppá, at hann kann liva upp til tað lyftið.
Av tí at munurin á Lykketoft og Fogh er so lítil, kann valið hatil í síðsta enda fara at snúgva seg um teirra persón heldur enn teirra politikk. Teir lova stórt sæð tað sama, so spurningurin verður møguliga meira, hvør av teimum, ið fer at inna vallyftini í verki, enn hvat, ið teir lova. Í so máta er Anders Fogh Rasmussen higartil klárt á odda. Sostatt hildu bert 15 % av spurdum dønum í einari lítlari kanning, sum var gjørd týskvøldið, at Mogens Lykketoft er egnaður til at vera forsætisráðharri, meðan 60% hildu at Anders Fogh Rasmussen er egnaður. Fogh stóð seg somuleiðis betur, tá fólk vórðu spurd, hvør kláraði seg best í sjónvarpinum. Hetta er nattúrligt og kemur av, at Fogh hevur tann fyrimunin, at hann er forsætisráðharri. Haraftrat hevur hann verið í fokus seinastu mánaðirnir, meðan fjølmiðlarnir hava bíða eftir valinum, sigur Hans Jørgen Nielsen. Seinasta veljarakanningin gevur Fogh 97 tinglimir, meðan vongurin hjá Lykketoft vinnur 78. Í 2001 var úrslitið 98 til Fogh og 77 til Nyrup.