Barnabati skipar fyri ráðstevnu

Í døgunum 27. og 28. mars skipar Barnabati fyri ráðstevnu, har evnið er børn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi

Tað liggur í navninum, at felagskapurin vil børnunum bata.

Og Barnabati hevur verið við til ymsik tiltøk, fyri at bøta um umstøðurnar hjá børnum og ungum.

T.d. fekk Barnabati 240.000 krónur árliga í 3 ár frá norðurlendskum bróðurfelagsskapum, sum fóru til at fáa upp á beinini Meiaríið í Havn, sum nú er tilhaldsstað hjá ungdómi. Eisini hevur Barnabati barna - og ungdómstelefon, sum nú er víðkað við foreldralinju.


Ágangur

Í mars skipar Barnabati fyri ráðstevnu, ið hevur til endamáls at varpa ljós á ein trupulleika, sum hevur verið rættiliga fjaldur í samfelag okkara, men sum alt meira hoyrist um.

Fokus verður sett á kynsmisnýtslu av børnum. Endamálið er at skifta vitan og royndir og at vita, hvussu kynsligur ágangur kann fyribyrgjast.

Ráðstevnan verður á Hotel Føroyum í døgunum 27. og 28 mars. Ráðstevnan vendir sær serstakliga til barnaverndarlimir, lærarar, pedagogar, heilsu- og sjúkrasystrar, sosialráðgevar, men eisini onnur áhugað eru vælkomin at luttaka.

Stevnan er sjálvsagt treytað av, at nóg nógv tekna seg til.


Sjálvstøðugur felagsskapur

Barnabati er sjálvstøðugur felagsskapur, sum tann 22. mars 2000 hevur 20 ár á baki.

Felagsskapurin arbeiðir saman við líknandi felagskapum í Íslandi, Noreg og Svøríki, umframt Red Barnet í Danmark og Save the Children Alliance í Onglandi. Barnabati luttekur á fundum hjá norðurlendsku felagsskapunum.

Í mars kemur eisini formaðurin í enska felagsskapinum, Burkhard Gnärig, á vitjan í Føroyum.

Barnabati heldur til í húsunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka 10 í Havn.

Millum framtíðarætlanirnar hjá Barnabata, er at fáa eitt fólk í starv nakarar tímar um vikuna, tí sera nógv skrivligt tilfar er at taka sær av.

Forkvinnan í Barnabata, Marna Olsen, væntar sær nógv av ráðstevnuni í mars, tí góð og skikkað fólk luttaka.

Hon vónar, at nóg nógv tekna seg sum luttakarar, so stevnan kann gerast veruleiki