Barnaansingartørvurin er loystur við nýggjum stovnum

Viðmerking til lesarabræv frá starvsfólkunum á Dagstovninum í Hoyvík 11. september

Gunnleyg Durhuus
trivnaðarstjóri
??????????????
Av tí at fleiri viðurskifti í lesarabrævinum hjá starvsfólkunum á Dagstovninum í Hoyvík ikki eru í tráð við veruleikan, vil eg gera nakrar fáar viðmerkingar.
Tað er ikki rætt, tá ført verður fram, at Tórshavnar býráð hevur koyrt eyka børn inn á verandi stovnar fyri at nøkta barnaansingartørvin. Tørvurin er loystur við at bygdir eru fleiri nýggir dagstovnar, bæði í Tórshavn, í Kollafirði og í Kalbak.
Av skrivinum fær ein ta fatan, at teir flestu stovnarir hava tikið fleiri børn inn enn teir rúma og er tað beinleiðis skeivt.
Tórshavnar kommuna hevur 33 dagstovnar í dag, og teir flestu av stovnunum hava sama tal av børnum í ár, sum teir høvdu síðsta ár. At nakrir stovnar hava tikið fleiri børn inn í ár enn síðsta ár, og aðrir stovnar hava færri børn í ár er orsaka av broyttum aldursbýti á stovnunum.
Tá teir nýggju stovnarnir vórðu tiknir í nýtslu, varð eisini talið av dagrøktarum minkað, so kommunan hevur ongantíð havt ætlan um ella tørv á at koyra fleiri børn inn í verandi stovnar, og enn minni at trýsta nakran stovnsleiðara.
Eru viðurskifti á einum stovni íkki í lagi, er tað stovnsleiðarin, ið hevur ábyrgdina av at skipa viðurskiftini soleiðis, at tey eru nøktandi. Kann hetta ikki lata seg gera, eigur leiðarin at venda sær til kommununa um nevndina fyri stovnin, so trupulleikin verður loystur.
Sagt verður, at aldurin á vøggustovubørnum er farin frá 3 1/2 ár til 2 1/2 ár. Hetta er ikki rætt, tí aldurin er lækkaður við 3 mánaðum og ikki 1 ári. Orsøkin er, at børn, ið fylla 3 ár millum 1. januar og 31. desember nú verða mett sum barnagarðsbørn, bæði hvat gjaldi og normering viðvíkur, meðan markið fyrr varð 1. oktober.
Sambært skrivinum verður ásetingin, sum stovnurin hevur havt í 20 ár, broytt, og sagt verður at ov fá starvsfólk eru til børnini. Broytingin í barnatalinum á stovninum er innan fyri upprunaligu normering, av tí at tað nú eru fleiri barnagarðsbørn í mun til vøggustovubørn. Starvsfólkanormeringin á stovninum er hækkað munandi hesi 20 árini, so viðurskiftini eru væl betur nú, enn tey vóru fyri 20 árum síðani. Annars hevur Dagstovnurin í Hoyvík somu normering sum hinir stovnarnir í kommununi.
Nevnast kann, at umstøðurnar á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu eru betur enn í fleiri av okkara grannalondum, bæði viðvíkjandi bygningum og starvsfólkanormeringum, so tað er ikki rætt, tá sagt verður, at kommunan ikki vil rinda tað, sum tað kostar at byggja og reka ein góðan stovn.
Tórshavnar býráð vil framhaldandi tryggja børnum, foreldrum og starvsfólkum eina vælvirkandi barnansingarskipan, sum skapar trivnað og menning.