Bárður B. Mikkelsen er danskur steypavinnari

Tað eydnaðist ikki Sofíu Purkhús og Birgit Guttesen og Frederiksberg at vinna steypafinaluna

Steypafinalurnar í donskum flogbólti eru avgreiddar í Odense í kvøld. Í bæði kvinnufinaluni og mansfinaluni vóru føroysk luttøka.

Bárður Bendix Mikkelsen er hjálparvenjari hjá Marienlyst, sum var partur av mansfinaluni, og Sofía Purkhús og Birgit Guttesnen vóru á liðnum hjá Frederiksberg, sum var annað liðið í kvinnufinaluni.

Bárður Bendix Mikkelsen og Marienlyst vunnu mansfinaluna, meðan Birgit Guttesen, Sofía Pukrhús og Frederiksberg taptu kvinnufinaluna.

Í mansfinaluni vunnu Marienlyst og Bárður B. Mikkelsen, sum eru ósigraðir í landskappingini, steypafinaluna fjórða árið á rað. Hesa ferð var mótstøðuliðið Gentofte, sum vann fyrsta settið 27-25. Síðani vann Marienlyst trý sett á rað: 25-22, 25-17 og 25-20.

Í kvinnufinaluni vann Holte annað árið á rað. Úrslitið ímóti Sofíu Purkhús, Birgit Guttesen og Frederiksberg var sannførandi 3-0 sigur, hóast Frederiksberg í fyrsta settinum legði seg framum 6-1. Tølini vóru 25-16, 25-14 og 25-20. Hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at Frederiksberg var í steypafinaluni fyri kvinnur.