Tvíkiljan hjá Paul Watson, Brigitte Bardot, er nú sambært honum sjálvum á veg til Avstralia. Tvíkiljan siglir við egnari hjálp, men verður fylgd av øðrum skipi hjá Paul Watson, har hann sjálvur sigst at vera umborð.
Útlendskir miðlar skriva, at tað vóru stóru aldurnar í Suðuríshavinum, sum elvdu til skaða á tvíkiljuna. Manningin helt, at støðan var so álvarslig, at tey sendu út neyðarkall.
Paul Watson sigur, at eitt triðja skip hjá Sea Shepherd heldur fram við jagstranini eftir japanskum hvalbátum, sum skjóta stórhval í Suðuríshavinum.
Sum skilst, er Brigitte Bardot á veg til avstralska havnabýin, Freemantle.