Bardagin ímóti forskúlum?

Jóhan Christiansen, borgarstjóri
----

Vel ímillum tað sum passar tær best, og kallað tað sannleikan um forskúlar.

Um tit royna at googla fyrimunir og vansar við forskúlum, so er hetta úrslitið av síðum tit fáa:

Ulemper med førskole. Ca. 5,320
Fordele med førskole. Ca. 132.000

Disadvantages with preschools. Ca. 1.440.000
Advantages with preschools. Ca. 11.300.000

Jógvan Philbrow, næstformaður í Føroya Pedagogfelag hevur grein undir heitinum “Bardagin fyri forskúlum?”, har hann roynir at niðurbróta forskúlatilboði, sum heild. Hann sipar til kanningar av ymiskum slag, og eina Dion Sommer, sum er barnagranskari. Alt hetta skal vera við til at undirbyggja, at forskúlar eru av tí ónda í hansara verð.

Ja hvat skal man halda, sum vanligt foreldur? Summi siga eitt, og onnur siga eitt annað. Men skulu vit nýta google.com sum parametur um hvør fatan er hevur fleiri tilhangara, so er tað næstan ræðandi hvussu stórur munurin er.

Sjálvur eri eg hvørki námsfrøðingur ella lærari. Heldur ikki havi eg aðra útbúgving, sum ger meg føran fyri fakliga at meta um fakligheitina í einum forskúla, ella á einum barnagarði. Men í mínum starvið sum borgarstjóri fyri Eysturkommunu, eri eg noyddur at lata meg sannføra av fakfólkum, og barninum til frama, eiga vit sum kommuna at tillaga okkara tilboð soleiðis, at tað tænir barninum best.

Eysturkommuna hevur stovnsett eitt forskúlatilboð í kommununi, tí vit eru sannførd um at tað er tað rætta at gera. Tað vóru fakfólk á økinum, bæði námsfrøðingar og lærarar, ið tilmæltu okkum tað. Tað skal eisini vera sagt við tað sama, at tað er ikki við vælsignilsi frá Jógvani Philbrow, og heldur ikki frá Føroya Pedagogfelag.
So kann ein spyrja seg sjálvan hví allíkavæl? Jú tí tað er barnið Eysturkommuna við seta í miðdeplin. Ikki fakfelagsspurningurin um hvør hevur ”rætt” til hesi børn undir sínum arbeiðsøkið, sum eg ofta føli, er har skógvurin trýstir hjá teimum námsfrøðingum, ið eru ímóti okkara forskúla (eg segði ofta føli). Eg sakni ein ískoyti til batar frá hesum fólkum. Vit hava biði um tað fleiri ferð, men uttan úrslit. Tað er sera lætt at hála eina kanning av álnótini, og undirbyggja síni sjónarmið. Sum tit síggja omanfyri, so eru nógvar heimasíður at velja millum á google. Nógv tær flestu er tó um fyrimunir við forskúlum.

Eg er púra samdur við Jógvani at børn læra gjøgnum spæl. Tað nýtis mann nú ikki at vera fakfólk fyri at síggja. Vit sum foreldur síggja og uppliva tað hvønn dag. Men av einari ella aðari orsøk, roynir Jógvan at fá tað at ljóða sum um, at tá barnið trýnur inn um skúlansgátt, so er liðugt við spælið.
Nú veit eg ikki hvørjum skúla hann hevur royndir við. Tí eg veit frá okkara egna barnið, at tey spæla so sannliga í Leirvíkar skúla. Og tað samskiftið eg havi við lærarar, og tað er ikki so heilt lítið, er at teir so avgjørt meta týdningin av spælið verða høgan. So bert sum ongin misskiljing er, so er spæl eisini ein týðandi partur í skúlanum. Tað hava øll viðurkent, og kann tað tískil ikki nýtast sum mótargument móti einum forskúla.

Eg kom ein dagin inn á ein barnagarð. Har á gólvinum sæt eitt vøggustovubarn og royndi at byggja lego. Tað gekk so sum so. Tó legði eg merki til, at hugurin og ágrýtni skein av barninum meðan tað strýddist. So kemur ein námsfrøðingur framvið, og sær hvat barnið tekst við. Námsfrøðingurin skundar sær yvir til barnið, og tekur legoi frá tí. Eg spurdi hví, og svarið var, at tað skulu ikki byggja lego fyrr enn tað fór í barnagarð. Hendan søgan er sjálvandi ikki sonn, men eg haldi hon lýsir sera væl tað sum summi ætla at forða børnunum í. Sjálvt um øll børn skulu gjøgnum skúlaskipana, so má man ikki, sjálvt um barnið vil og ynskir tað, fyrireika barnið til tað, áðrenn tað gerst 7 ár. Tað tykist mær sum um, at summi fólk halda at tað hendir okkurt undurverk í summarfrítíðini, beint áðrenn barnið skal byrja í skúla. Tað summarfrítíðina gerst barnið klárt til sítt næsta stóra stig í sínum lívið, nevnuliga fólkaskúlan, bara soleiðis úr ”bláari luft”.

Bæði námsfrøðingar og lærarar eru púra samdir um, at tá børn eru um 6 ár, so hendir okkurt í teirra menning. Tað geras sera áhugaði í at læra at lesa, skriva, rokna o.s.fr. Ella sagt við øðrum orðum, so vil tað fyrireika seg til næsta stóra stig í lívinum. Barnið veit væl, at tað skjótt skal víðari, og í skúla. Við at forða teimum í at nema, røra við hendan partin av menningini, er í mínari verð tað sama sum at taka legoi frá vøggustovubarninum, tí tað skal ikki byggja lego fyrr enn í barnagarðinum.

Eg má erligt ásanna, at eg havi sera trupult við at síggja hvussu okkara skipan við forskúlanum er so skaðilig fyri barnið, sum Jógvan Philbrow vil vera við at forskúlar eru. Tað vit hava gjørt í Eysturkommunu er, at skapa eitt tilboð, har námsfrøðingar og lærarar á jøvnum føti, mynda eitt tilboð til hesi børn, so tey eru klár til næsta stig í sínum lívið. Tað eru tey starvsfólkini, sum hava verið um børnini higartil, og tey sum skulu bera tey víðari í lívinum.
Námsfrøðingurin við sínari stóru vitan, bæði fakliga og ikki minst um hvar barnið kemur frá, kann fortelja læraranum hvat barnið hevur í ”ryggsekkinum” tá tað kemur inn í forskúlan. Lærarin við sínari stóru vitan, og ikki minst við vitani um hvat krevst av barninum í fólkaskúlanum, kann leggja afturat í ryggsekkin, so barnið er fyrireika so væl sum møguligt, at byrja í 1. flokkið. Hvat er galið við tí?
Samstundis skal ikki forsmáðast, at við tí at skúlin kemur at kenna barnið 1 ár fyrr enn vanligt, at hann eisini kann tillaga seg nógv betur. Ikki bert gerst barnið skúlabúgvi, men skúlin gerst so sannliga eisini barnabúgvin.

Lati okkum fáa eitt opið og erligt kjak um forskúlar í Føroyum. Lati okkum sleppa fordómum, so sum at tá man kemur inn um skúlansgátt, at tá er alt spæl liðugt, og barnið skal sita allan dagin og hyggja uppá eina grøna talvu, meðan ein lærari undirvísir. Lati okkum koma við hugskotum um, hvussu vit betra tey tilboðini vit hava í landinum. Latið ikki orði ”forskúli” ræða okkum. Forskúli er tað sum vit leggja í tilboðið. Hvør annar enn námsførðingar og læararar í felag, eru betrið førir fyri tí?