Í samband við FIFA Ballon d’Or 2015 tiltakið í januar, skal umframt ársins spælari, eisini ársins venjari veljast. Nú er greitt hvørjir teir tríggir eru, sum hava fingið flest atkvøður.
Les eisini:Hesir tríggir kunnu vinna Ballon d'Or 2015
Favorittur at vinna er Luis Enrique, sum í dag er venjari hjá FC Barcelona. Við Luis Enrique á odda hevur FC Barcelona vunnið La Liga, Copa del Rey og Champions League.
Við á listanum er eisini fyrrverandi FC Barcelona venjarin, Josep Guardiola. Hann er í dag venjari hjá týska Bayern Munchen. Hann hevur í 2015 vunnið týska meistaraheitið, og liðið liggur langt á odda hetta kappingárið.
Triði maðurin á listanum er argentinski Jorge Sampaoli, sum er landsliðsvenjari hjá Kili. Hann megnaði sum tann fyrsti nakrantíð, at vinna Kili suðuramerikanska meistaraheiti.
Vinnarin verður funnin 11. Januar í Zurich í Sveis.










