Barcelona-stjørna fingið krabbamein

Fótbóltsleikarar standa í røð at stuðla verjuleikaranum hjá Barcelona, Eric Abidal, eftir at hann hevur fingið staðfest krabbamein í livrini. Sterki Barcelona verjuleikarin, Eric Abidal, skal fríggjadagin undir skurð, eftir at hann hevur fingið staðfest krabbamein í livrini.

 

Tað skrivar tíðindastovan AP.

 

Tað verður einki sagt um, hvussu álvarsamt krabbameinið er, og heldur einki verður sagt um, nær roknast kann við, at Abidal aftur er førur fyri at spæla.

 

Tað er tó víst, at stuðulin frá øðrum leikarum vantar ikki. Heldur ikki frá øðrum feløgum.

 

- Eg vil fegin stuðla Eric Abidal. Eg eri vísur í, at hann nokk skal klára tað. Hann hevur uppiborið tað, tí hann er ein fittur fýrur, skrivar liðfelagin, Andres Iniesta á síni Twitter-síðu.

 

Sama miðil brúka leikarar sum Carles Puyol, Gerard Piqué, Francesc Fabregas og Kaká, sum allir stuðla Abidal.

 

- Hetta vóru vána tíðindi fyri Eric Abigal, krabbamein í livrini. Lat okkum øll biða fyri honum, skrivar trúgvandi Kaká.

 

31 ára gamli Eric Abidal kom til Barcelona frá Olympique Lyon undan 2007/2008 kappingarárinum, og hevur vunnið átta steyp ? millum annað Champions League í 2009.