Ronaldinho hevur eitt kappingarár, sum er langt undir tað støðið, sum hann hevur víst hini kappingarárini í Barcelona. Tí hava leysasøgur gingið, at hann gjarna vil gerast leysur frá sáttmálanum í Barca, so hann kann skriva undir ein sáttmála við italska meistaraliðið Inter Milan. Men hesum vísir Barca-forsetin Juan Laporta aftur: ?Barca og Ronaldinho skulu ikki skiljast. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri Ronaldinho, og hann hevur givið felagnum nógv í tíðini hann hevur leikt her, og hann fer at geva okkum nógv í framtíðini.? Barca er 4 stig aftanfyri Real Madrid í Primera Division, og í komandi viku leika teir fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini ímóti Schalke04.










