Fyrru 1/8 finalurnar í Europa League vóru í gjár. Tað vóru fleiri dystir við feløgum, sum hava gjørt um seg í Evropa seinnu árini. Mest óvæntaða úrslitið mundi koma í Dortmund, har skotska Rangers vann 4-2.
Fyri fyrstu ferð í 18 ár er FC Barcelona endað í Europa League. Tað bleiv til ein 1-1 javnleik móti Napoli. Heimaliðið hevði yvirvág og nógvar málmøguleikar, men tað var Piotr Zielinski úr Napoli, sum skoraði fyrst. FC Barcelona javnaði við brotssparki frá Ferran Torres eftir ein tíma, men hann kundi havt vunnið dystin fyri heimaliðið, men rakti ikki málið.
Eitt úrslit, sum hevur vakt ans, er 4-2 sigurin hjá Rangers á Borussia Dortmund. Eitt skifti var 4-1 til gestirnar úr Skotlandi, men eitt mál frá Raphael Guerreiro gevur Borussia Dortmund eina lítla vón um at venda uppgerðini, tí útivallarmálini telja ikki longur.
Europa League 1/8:
Barcelona – Napoli 1-1
Zenit - Real Betis 2-3
Borussia Dortmund – Rangers 2-4
Sheriff – Braga 2-0
Sevilla - Dinamo Zagreb 3-1
Atalanta – Olympiacos 2-1
RB Leipzig - Real Sociedad 2-2
FC Porto – Lazio 2-1