Fyri trimum døgum síðani var Barcelona partur av einum fantastiskum fótbóltsdysti, tá liðið í einum ótrúligum dysti vann 5-4 á Sevilla í europisku super-cup.
Í kvøld var fyrra umfarið í sponsku super-cup á skránni, men her gekk ikki eins væl.
Mikel San Jose legði heimaliðið á odda, tá lítið korter var farið, og í seinna hálvleiki gjørdi Aritz Adruriz reint hattrick, so endaliga úrslitið gjørdist 4-0 til baskara-liðið.
Eina løtu í seinna hálvleiki spruttaði Barcelona, men hvørki Pedro ella Messi skoraðu, tá teir høvdu møguleikan, og so gekk alt galið.
Enn hevur Barcelona møguleikan at taka hetta steypið við í stóra savnið, men við úrslitinum í kvøld hevur Athletic Bilbao í øllum førum hálvaaðru hondina á steypinum.










