Barcelona boykottar ársins spælara tiltakið

Ongin frá FC Baarcelona vildi møta, tí venjarin ikki var tilnevndur

Ársins spælara tiltakið í Spania hevur verið. Antoine Griezmann bleiv valdur til ársins spælara, meðan Diego Simeone bleiv valdur til ársins venjara. Luka Modric frá Real Mandrid varð kosin besti miðvallarin, meðan Lionel Messi vann heiðurin sum ársins áleypari. 

 

Les eisini: Ársins spælari tiltakið fríggjakvøldið

 

Fyri spælararnar hjá FC Barcelona kom tað illa við, at venjarin Luis Enrique ikki so mikið sum var tilnevndur sum ársins venjari. Teir boykottaðu tiltakið og møttu ikki. Hann vann annars heiðurin í fjør. Hetta er triðju ferð upp á fýra ár, at Diego Simeone verður kosin til ársins venjara í La Liga.

 

Eisini er ónøgd við, at Antoine Griezmann vinnur ársins spælari frammanfyri Luis Suarez. Antoine Griezmann skoraði 22 mál í 38 dystum, meðan Luis Suarez skoraði 40 mál í 35 dystum. Atletico Madrid hevði eisini besta málverjan í Jan Oblak, og besta verjuspælaran í Diego Godín.

 

Fríggjakvøldið verður ársins spælari valdur í føroyskum fótbólti. Tiltakið verður á Hotel Føroyum klokkan 19, og verður beinleiðis á Rás2.