Barcelona betrar metið

Spanska felagið Barcelona vinnur nógvar dystir í hesum tíðum, og leygarkvøldið vann Barca á útivølli ímóti Sevilla. Hetta var tíggjundi dysturin á rað á útivølli, sum Barcelona vinnur, og tað er nýtt met. Gamla metið varð sett fyri 80 árum síðani, tá Barcelona vann átta dystir á rað. Barcelona liggur á odda í sponsku landskappingini. Real Madrid tapti enn einaferð um vikuskiftið.