Barca og United kunnu vinna seg úr knípu

Champions League: Bæði FC Barcelona og Manchester United kunnu vinna seg úr knípu

Í kvøld verða helmingurin av dystunum í 5. og næstseinasta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League spældir. Fyri fleiri er talan um seinasta møguleika, at halda lív í vónini at koma víðari.

 

Í bólki E er stórt trýst á FC Barcelona og Benfica, sum møtast á Camp Nou í Katalanska høvðusstaðnum. Tað er kreppustøða í FC Barcelona, men vinna teir í kvøld, er víðari luttøka tryggjað.

 

Vinnur Benfica er portugisiska felagið eitt stig frammanfyri undan seinasta umfari. Tá møtir Benfica Dynamo Kiev, meðan FC Barcelona skal spæla í Týsklandi móti Bayern Munchen. Tað er ilt at meta um, hvør stendur sterkari við einum javnleiki, tí tá verður alt avgjørt á seinasta leikdegnum.

 

FC Barcelona – Benfica (20.00)

 

Dynamo Kiev – Bayern Munchen (17.45)

 

Støðan:

 

  1. Bayern Munchen 12 (stig)
  2. FC Barcelona 6
  3. Benfica 4
  4. Dynamo Kiev 1

 

Bólkur F:

 

Michael Carrick skal standa á odda fyri Manchester United, sum kann vinna seg víðari við sigri á Villarreal, og umvent. Bæði hava sjey stig. Størsti avbjóðari er Atalanta á fimm stigum, sum helst skal vinna á Young Boys.

 

Villarreal – Manchester United (17.45)

 

Young Boys – Atalanta (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Manchester United 7
  2. Villarreal 7
  3. Atalanta 5
  4. Young Boys 3

 

Bólkur G:

 

Eysturríska RedBull Salzburg kann tryggja sær víðari luttøku við sigri á franska Lille, sum annars er við at koma fyri seg eftir meistaratimburmenn eftir farna kappingarár. Sevilla er størstu knípuni og skal vinna, fyri at hava møguleika at koma víðari.

 

Lille – Salzburg (20.00)

 

Sevilla – Wolfsburg (20.00)

 

Støðan:

 

  1. RB Salzburg 7
  2. Lille 5
  3. Wolfsburg 5
  4. Sevilla 3

 

Bólkur H:

 

Juventus og Chelsea eru so gott sum víðari, og eftir erat spæla um fyrsta plássið. Tey møtast á Stamford Brigde í kvøld. Chelsea skal vinna, um teir skulu hava fyrsta plássið. Tapur Chelsea og Zenit vinnur sín dyst, so verður ein spennandi dystur í Russlandi millum Zenit og Chelsea í seinasta umfarinum.

 

Chelsea – Juventus (20.00)

 

Malmø – Zenit (20.00)

 

Støðan:

 

  1. Juventus 12
  2. Chelsea 9
  3. Zenit 3
  4. Malmø 0