Barca feiraði meistarheitið við tapi

Leygarkvøldið gjørdist tað greitt, at Barcelona er spanskur meistari í fótbólti. Tað tapti Real Madrid ímóti Villareal, og so var greitt, at eingin kundi fáa Barcelona aftur. Í gjárkvøldið spældi Barcelona ímóti Mallorca, og tað endaði við 2-1 sigri til Mallorca – men tað broytir einki við veruleikan, at Barcelona er meistari í Spania í ár.