»Bara tað er privat, so gongur tað nokk«, sigur Edmund

Edmund Joensen ruddaði sum ikki einaferð allar yvirskriftir í gjár. Tað dugur hann meistarliga væl at gera við jøvnum millumbilum. Nú var boðskapurin, at tað almenna skuldi selja sínar ognarpartar í Atlantsflogi og í Smyril Line, tí so fór prísurin á ferðaseðlum at lækka munandi. Tað vildi skapa búskaparvøkstur sambært Edmundi.

Tíverri sótu vit mong eftir við spurningum um, hvussu hetta roknistykkið sær út hjá Edmundi. Tíverri spurdu fjølmiðlarnir ikki Edmund henda spurningin. Gott fyri Edmund, tí sjálvandi hevur hann einki svar.

Síggi eisini, at Jústinus, skyldmaðurin, sum nú er ein nýggj stjørna í Sambandinum, førir seg fram við somu uppáhaldum, at tá hann fær makt, sum hann hevur akt, so fara vit næstan at ferðast ókeypis landanna millum. Eisini eitt uppáhald, sum hvørki er prógvað ella fíggjað, og tí er tað eitt tómt vallyfti.

At tað fer at gerast bíligari, tá tað privata skal reka okkara flogsamband og okkara sjóvegis samband við útheimin, er rætt og slætt beinleiðis skeivt. Vit høvdu bæði eitt føroyskt og eitt danskt privat flogfelag á Føroyaleiðini, men bæði er burtur í dag. Vit hava tíverri nógv dømi um, at tá tað almenna gevst, so hendur als einki. Eisini hava vit mangan sæð, at tá tað privata gevst, so má tað almenna taka yvir.

Í 2008 atkvøddu meirilutin av Sambandinum fyri at bjarga Norrønu, tíbetur. Við 16 atkvøðum fyri og 14 ímóti, eiga tey fýra sambandsfókini ta rós, at gjørdi tey ikki hetta, so var eingin Norrøna í dag. Tað privata hevði kastað handklæðið inn í ringin.

Edmund Joensen og Sámal Petur í Grund valdu í 1996 at selja Teistan, sum røkti siglingina til Aberdeen.Ein farleið, sum var við at fáa fótin fyri seg. Grundgevingum hjá hesum báðum var, at tey privatu fóru at taka yvir. Men hvat hendi – als einki, og vit mistu eitt sera gott samband við grannan beint fyri sunnan, og landskassin fekk 13 mió. kr fyri skipið.

Kaga vit longur aftur í tíðina, so síggja vit, at tað privata mangan hevur blakað frá sær, og tað almenna so hevur verið noytt at tikið yvir. Mortensens-menninir komu við fyrsta Smyrli í 1896, men Løgtingið tók yvir í 1917. Drúgva tíð røkti Kjølbro ferðasambandið til Havnar og aðrastaðir, sama við Meiarínum í Havn, men allar hesar rutur og ivaleyst fleiri endaðu hjá tí almenna.

Nú vil Edmund og Sambandið prógva tað mótsatta. Uppáhaldið hjá Edmundi er, at heldur tað almenna seg burtur, so er eingin trupulleiki yvirhøvdur, og enntá gerst tað bíligari.

Vit bíða øll spent eftir prógvum Edmund.

Tey eigur tú av góðum grundum ikki, og tí var alt bara enn eitt populistiskt stunt, sum fjølmiðlarnir í hesum agurkutíðum tíverri hoppaði uppá.