Bara eitt mál hvørja ferð

Vágbingar leita eftir málunum, og á Skála skulu nýggju menninir fyri fyrstu ferð royna seg á heimavølli

UPPTAKT

Vágbingar hava trupulleikar við at gera mál. Tað vísir støðutalvan, og tað ásannaði venjarin, John Christensen, eftir tepra tapið á heimavølli móti GÍ.
- Vit nýta teir spælararnar, sum vit hava. Teir hava áður víst, at teir duga at gera mál. Vit arbeiða við søkini, og eg vóni og havi álit á, at tað fer at gleppa, sigur VB venjarin.
At vágbingar kunnu vera stinnir á útivølli sást í Klaksvík, har teir megnaðu at verja tepra leiðslu inntil lítla løtu undan dystarenda, tá ið KÍ skoraði við brotssparki. Tað er neyvan nakar ivi um, at taktikkurin hjá VB hesa ferð fer at minna nógv um tann, sum teir nýttu ta ferðina.
Á Skála er lagið gott. 2-0 sigurin í Klaksvík bar oddasessin við sær. Hann tók HB mikukvøldið, men teir læna hann bara inntil sunnudagin, tá ið Skála aftur kann leggja seg á toppin.
- Tað ræður um at fáa hugsanirnar frá sigrinum í Klaksvík og snaraðar til avbjóðingina sunnudagin, verður sagt av Skála. Sunnudagin hava nýggju útlendingarnir fyri fyrstu ferð møguleikan at spæla á heimavølli.
Vongverjin, Bárður Danielsen, varð skaddur undir upphitingini í Klaksvík, og tað varð í gjár ikki mett serliga sannlíkt, at hann verður tøkur sunnudagin.
Skála og VB hava spælt tríggjar ferðir í landskappingini á Skála, og tað er synd at siga, at talan hevur verið um málríkar uppgerðir. Í 2002 vann VB 1-0, og tvær tær síðstu ferðirnar hava skálamenn vunnið 1-0.