Tað er bara tað virksemið sum plagar at vera í Kommunuskúagarðinum á Ólavsøku, ið í ár verður á Skálatrøð. Í høvuðsheitum er talan um nøkur av tiltøkunum hjá ítróttarfeløgunum Tað er ikki rætt, at øll Ólavsøkan er flutt oman á Skálatrøð. Tað sigur ein forharmaður borgarstjóri í Havn.
-Vit hava bara gjørt av at flyta tað virksemi, sum plagar at vera í Kommunuskúlagarðinum, oman á økið við Skálatrøð, sigur Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen, borgarstjóri i Tórshavnar Kommunu, sum hevur yvirskipaðu kommunalu ábyrgdina av Ólavsøkuni, var eitt sindur kløkkur, tá hann frætti, at ?Øll Ólavsøkan var flutt oman í Skálatrøð?.
-Tað verða ein rúgva av tiltøkum í øllum býnum, kanska meira enn nakrantíð, tí nógv verður gjørt burturúr, nú Havnin eisini fyllir 100 ár, sigur borgarstjórin.
Ætlanin er at brúka Kommunuskúlagarðin til tíðarparkering. Annars verður miðbýurin (fyri uttan Grøna parkeringsøkið) bilfríður, og heitt verður á fólk um at seta bilarnar eitt nú í Gundadali ella á Hálsi, har nógv pláss eru.