Hesum hevur enska Fótbóltssambandið, FA, boðað frá í dag.
Tá Manchester United tann 3. oktober spældi 2-2 móti Sunderland, viðmerkti ein uppøstur Ferguson, at Alan Wiley als ikki var í nóg góðari venjing til at døma dystir í Premier League.
Hóast hann síðani hevur biðið um umbering fyri útsagnir sínar, gjørdi FA í dag av, at Ferguson fær eina bót upp á £20.000, umframt at hann ikki sleppur at sita á beinkinum hjá Manchester United næstu tveir dystirnar. Hartil fekk Ferguson treytað bann í aðrar tveir dystir fyri líknandi viðmerkingar móti kappingarenda í vár.