Bann ímóti burka skal vera við til at varðveita føroyska samfelagið

Hereftir skal tað verða bannað at bera dularbúna, og annað, ið fjalir andlitið, á alfaravegi í Føroyum. Tað er kjarnin í einum uppskoti, teir báðir sjálvstýrismenninir, Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard, hava lagt fyri Løgtingið í dag.

 

Í hesum sambandi vilja teir báðir hava Løgtingið at samtykkja, at Landsstýrið skal leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna, at fólk ganga á alfaravegi í dularbúna, og øðrum, sum fjalir andlitið. Sum dømi, har andlitið verður fjalt, kann nevnast pløggini burka og niqab.

 

Lóggávan í Føroyum eigur at endurspegla føroyska mentan, føroysk virði og viljan hjá føroyska fólkinum, siga teir báðir. Eitt bann móti hesum er til frama fyri varðveitsluna av einum føroyskum samfelag, har kynini eru javnsett við lóg og virðini annars avspegla føroyska mentan og samleika, siga teir báðir.

Og tá ið Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard tosa um at banna dularbúna á alfaravegi í Føroyum, hugsa teir um búna, ið loynir, hvør ein er. Í hesum sambandi verður tað eisini bannað at hava hettu á høvdinum, ið fjalir alt andlitið. Hetta er ikki galdandi um eygu, nøs og munnur ikki eru fjald.

 

Tó skulu nøkur undantøk verða loyvd.

 

– Eitt nú er tað í lagi at vera ílatin dularbúna ella hettu á høvdinum, har eygu, nøs og munnur ikki eru fjald. Eisini er tað í lagi at nýta ávísar arbeiðsbúnar ella serligar búnar sum til dømis, tá stovnar hava føðingardag har persónar eru ílatnir stuttleikabúnar, siga sjálvstýrismenninir.

 

Teir siga, at í vesturheiminum verður burka sett í samband við kvinnukúging, og harumframt umboðar plaggið víðgongda islamismu sum politiska áskoðan heldur enn islam sum átrúnað.

 

– Markið ímillum islam sum átrúnað og víðgongda islamismu, er samstundis eisini markið millum trúarfrælsið, sum føroyska samfelagið eigur at virða og varðveita, og víðgongda politiska áskoðan, sum ikki samsvarar við fólkaræðið hinumegin.

 

Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard siga, at hjá kvinnum, ið burka og niqab kann tað verða trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, at gerast partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum.  Samstundis eru arbeiðsmøguleikar ein týðandi partur av eini væleydnaðari integratión. Tískil eru burka og niqab ikki fremjandi fyri integratiónina, men harafturímóti er tað ein forðing.

Harafturat forða burka og niqab fyri eygnasambandi og harvið eisini nærleika í beinleiðis sambandi við onnur.

 

– Eygnasamband er vanligur partur av høviskum atburði, tá ið vit hitta og tosa við hvønn annan, og tað er ein vanligur partur av føroysku mentanini, siga Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard.