BankNordik er á áttanda plássi á listanum yvir teir fíggjarstovnar, sum høvdu størstu kursøking í 2010. Tað staðfestir ein útrokning, sum nýggja fíggjarblaðið FinansWatch hevur gjørt yvir kursgongdina hjá børsskrásettum fíggjarstovnum í 2010.
BankNordik partabrævið øktist samanlagt 9,7% í virði í 2010. Hetta røkkur til eitt áttanda pláss og er bankin sostatt saman við stórum donskum bankum sum Jyske Bank, Danske Bank og Nordea í topp 10.
Topp 10 sær soleiðis út
Jyske Bank 27,9
Grønlandsbanken 24,4
Danske Bank 21,2
Ringkjøbing Landbobank 19
Nordea 14,5
Sydbank 13,1
Spar Nord Bank 9,9
BankNordik 9,7
Djursland Bank 6,1
TopDanmark 4,9
Vert er eisini at leggja til merkis góðu støðuna, sum Grølandsbanken hevur í útrokningini, har teir liggja á øðrum plássi framman fyri so stóran banka sum Danske Bank.
Tað skal kortini havast í huga, at tað er økingin í partabrævavirðinum, sum er grundarlag undir útrokningini
Samlaði listin sæst á heimasíðuni hjá FinansWatch - finanswatch.dk/Finansnyt/article2292261.ece