BankNordik lækkar »bidragið«

Kappingin um sethúsaeigarar ávirkar nú eisini gjaldið hjá teimum, sum hava fingið sær realkredittlán

Kappingin um sethúsaeigarar ávirkar nú eisini gjaldið hjá teimum, sum hava fingið sær realkredittlán.

 

BankNordik boðar nú frá, at vísandi til herdu kappingina um føroyska sethúsafígging hevur BankNordik avgjørt at lækka umsitingargjaldið fyri realkredittlán við 0,20 prosentstigum til 1,50 prosent.

 

Lækkingin í umsitingargjaldinum á verandi realkredittlánum veitt av BankNordik fær virknað frá næstu rentuáseting, sum er tann 1. oktober 2014. Lækkingin verður sjálvvirkandi sett í gildi fyri øll verandi realkredittlán, sigur bankin í fráboðan.