BankNordik fær vinnulívsstjóra í Grønlandi

- Eg havi havt eitt ógvuliga gott samstarv við Jesper Hansen seinastu mánaðirnar, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 

BankNordik hevur sett Jesper Hansen sum vinnulívsstjóra í grønlendska partinum av bankanum. Maðurin hevur áður havt stjórastørv, eitt nú í Greenland Ruby A/S, ISS Grønland A/S, og hann hevur eisini verið vinnulívskundaleiðari í Grønlandsbankanum.

Jesper Hansen, sum hevur verið fyribilssettur vinnulívsstjóri í BankNordik í Grønlandi síðan á nýggjárinum, skal nú burtur av standa á odda fyri at tryggja viðskiftafólki innan vinnulív góða ráðgeving og góðar kundaupplivingar.

- Eg havi havt eitt ógvuliga gott samstarv við Jesper Hansen seinastu mánaðirnar, og við dyggu royndunum og sínari vitan um grønlendskt vinnulív er hann rætti persónurin til at tryggja, at okkara vinnulívskundar fáa góðar upplivingar og heildarráðgeving í bankanum, sigur bankastjórin, Árni Ellefsen.

Jesper Hansen gjørdist vinnulívsráðgevi í BankNordik í mai í 2020, so tað hevur gingið skjótt fram eftir hjá honum í bankanum. - Eg gleði meg til nýggju avbjóðingina og síggi fram til at geva mítt íkast til góðu gongdini hjá BankNordik á grønlendska marknaðinum, sigur nýggi vinnulívsstjórin.