Bankastjórin farin á íbúðarmarknaðin

Fyrrverandi stjórin í BankNordik, Janus Petersen, er farin at byggja ein íbúðarbygning við 15 í búðum við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík

Fyrrverandi stjórin í BankNordik, Janus Petersen, er farin at byggja ein íbúðarbygning við 15 í búðum við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Tað váttar hann fyri Sosialinum.

Talan er um ein bygning, sum skal byggjast á Ingibjargargøtu 6, sum er ein síðugøta til Karlamagnusarbreyt.

Íbúðirnar eru settar til sølu hjá megklarafelagnum hjá Betri, Betri Heim.

Um fyrrverandi bankastjórin ætlar at byggja fleiri íbúðarbygningar, er ikki greitt enn.

– Tað kemur annað uppá, hvussu tað spælir av. Tað er ein váði í øllum, so vit fáa at síggja, hvussu tað gongur, sig­­ur Janus Petersen við Sosialin.

10 íbúðir eru settar til sølu fyri slakar tvær milliónir krónur. Á heimasíðini hjá Bertri Heim sæst, at allar eru umbidnar, men tilber at tekna seg á bíðilista.

Greinin kann lesast í mikudags-Sosialinum, sum fæst í leysasølu í kvøld og sum kann lesast á sos.fo.