Bankastjóri sleppur ikki av landinum

Halldór J. Kristjánsson, fyrrverandi stjóri í íslendska Landsbankanum, fekk í kvøld forboð fyri at fara úr Íslandi. Ferðarbanni er galdandi til tann 25. januar. Halldór J. Kristjánsson var í gjár til avhoyringar í sjey tímar hjá tí serliga kanningarleiðaranum, sum kannar ymisk viðurskifti í sambandi við íslendska bankaskrædlið.

Verjin hjá bankastjóranum, Friðjón Friðjónsson, sigur við fjølmiðlarnar, at Halldór J. Kristjánsson mótmælti ikki avgerðini um ferðarbannið, og at hann er sinnaður at vera til taks, so leingi tørvur er á tí.