Longu í 2003 fingu danskir bankar at vita, at alt ruggaði ikki rætt í fyritøkuni IT Factory, sum Stein Bagger var stjóri í Vælvitandi keldur siga fyri TV2, at fleiri danskir bankar longu í 2003 fingu at vita, at Stein Bagger var óálítandi, og at alt ruggaði ikki rætt í fyritøkuni IT Factory, sum Bagger var stjóri í.
Kortini hildu Danske Bank og Nordea fram við at lata fyritøkuni fígging við tí úrsliti, at teir nú kunnu missa nógvar milliónir krónur.
Danske Bank hevur sagt, at hann kann missa 347 milliónir krónur orsakað av gøluni við IT Factory. Nordea sigur seg hava 23 milliónir krónur í leysari luft.