Danska stjórnin kom við enn einum bankapakka í gjár, sum kemur í gildi tann 1. oktober. Hetta er tann triði í røðini, og høvuðsinnihaldið í honum er, at fólk fáa trygd fyri pengum, sum tey hava í bankunum, men tó í mesta lagi 750.000 krónur.
Tað er eitt afturstig, skriva danskir fjølmiðlar og vísa á, at undan hesum pakkanum var trygdin óavmarkað.
Tað, sum kann gleða donsku skattgjaldararnar er, at sambært tí nýggja pakkanum sleppa teir fá at gjalda, um ein peningatsovnur fer av knóranum eftir tann 1. oktober. Tá skal fíggjarheimurin sjálvur gjalda.