Tað nýggja er, at vit hesaferð sleppa at verða við at orða lógina, sigur Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri.
Samráðingar eru í løtuni við donsku stjórnina um bankapakka seks, sum skal tryggja teimum stóru bankunum, so teir ikki kunnu fara av knóranum.
Og í tí sambandi verður arbeitt við at tryggja teimum báðu stóru bankunum í Føroyum so væl sum gjørligt.
- Eg havi tosað við Sas Larsen um málið, og talan hevur verið um positivar samráðingar, sigur Jørgen Nielsen.
- Stóri munurin á undanfarnu fimm bankapakkunum og so hesum sætta er, at undanfarnu fimm var eitt take it or leave it. Nú sleppa vit at verða við til at orða lógina, sigur Jørgen Niclasen.
Stóri spurningurin er, hvussu tann orðingin kann snikkast inn í lógina, tí sjálvt um føroysku bankarnir eru stórir í Føroyum, eru teir forsvinnandi í donskum høvi.
- Samráðingarnar hava gingið væl, og eg vóni, at tað ikki fer at ganga long tíð, áðrenn bankapakkin er klárir til politiska støðutakan, sigur Jørgen Niclasen.