Bankapakkarnir virka sum ætlað

Allar deildirnar hjá Eik banka eru framvegis opnar, starvsfólkini eru tey somu, og eingin hevur mist sína uppsparing. Sigast má, at bankapakkarnir virka sum ætlað.

Fyri tveimum árum síðani samtykti løgtingið at seta fyrsta av trimum bankapakkum í gildi fyri Føroyar. Eitt av endamálunum við pakkunum var at skapa álit á bankarnar, fyri at kundarnir ikki skuldu stilla seg í bíðirøð, fyri at taka uppsparda peningin út. Bankapakki I skuldi tryggja, at eingin misti nakað, hóast ein banki fór av knóranum.

Tað var eitt samt løgting, sum avgjørdi at seta bankapakka I í gildi fyri Føroyar. Tó vístu Tjóðveldi og Miðflokkurin á, at eftir teirra tykki høvdu føroysku bankarnir ikki so nógv brúk fyri bankapakkunum, tí teir høvdu ikki sett seg í somu vandar, sum danskir bankar. Flokkarnir søgdu, at fíggjarmarknaðurin var danskt málsøki, og hetta fór at hava við sær, at føroysku bankarnir vórðu noyddir at gjalda inn í eina skipan, sum hevði til endamáls at bjarga donskum bankum.

”Enn einaferð eru tað tey, ið ikki hava tikið lut í ella fingið vinning av spekulasjón og virðisflutningi, ið skulu gjalda fyri, at tey, ið hava fingið vinning, verða bjargað”, søgdu flokkarnir í álitinum til uppskotið.

Men í dag mugu vit staðfesta, at hetta gjørdist ikki veruleikin. Føroysku peningastovnarnir vóru als ikki uttanfyri vandastøðu, og tær útreiðslur, sum bankarnir hava havt av bankapakkunum, eru ikki farnar til at bjarga partaeigarunum, tí teir hava allir mist sítt.

Endamálið við bankapakkunum var at skapa álit á bankarnar, og um ein banki fór av knóranum, so skuldu pakkarnir tryggja, at viðskiftafólkini ikki mistu tað, sum tey høvdu innistandandi.

Vit kunnu tí staðfesta, at bankapakkarnir hava virka júst so sum ætlað. Deildirnar hjá Eik eru framvegis opnar, starvsfólkini eru tey somu, og eingin hevur mist sína uppsparing. Vit kunnu róliga siga, at vit við bankapakkunum hava fingið fíggjarligt støðufesti.

Høvdu vit harafturímóti yvirtikið fíggjarøkið og fíggjareftirlitið, so sum CHE-samgongan arbeiddi við, so hevði støðan í dag verið ein heilt onnur.