Bankamálið tyngjandi fyri toppfólk í Danmark

Bankakanningin kann gerast álvarsom tyngjan fyri toppfólk í donskum politikki og vinnulívi

Kanningarúrslitið hjá Jørgen Grønborg fer at avdúka, at Mogens Lykketoft, fíggjarmálaráðharri, hevði ein týðandi leiklut í stýringini av bankakreppuni í Føroyum, skrivar danska blaðið Jyllands-Posten.


Í apríl 1993 - stutt eftir, at føroyingar vórðu tvungnir at taka yvir Føroya Banka - gav Mogens Lykketoft Fíggjareftirlitinum boð um - enntá gjøgnum telefonina - at lata vera við at kanna Føroya Banka. Stjórin í Fíggjareftirlitinum skuldi »skynde sig langsomt,« segði fíggjarmálaráðharrin - hóast Lykketoft ikki hevði eftirlitið við bankunum, sum sítt øki.


Men eisini Den Danske Bank og toppstjórin har, Peter Straarup, koma sambært Jyllands-Postinum í misljós, tá rapportin verður almannakunngjørd seinnapartin.


Kanningarnevndin fer - sambært Jyllands-Postinum - at benda á, at Føroya Banki var í nógv verri skørum, enn almennu roknskapartølini vístu.


Kortini pástóð Peter Straarup, bankastjóri, fyri Føroya Landsstýri, at »Banken ikke havde brug for mere kapital«


Viðmerkingin skal verða fallin undir samráðingarum tann 17. mars 1993.


Leiðslan í Den Danske Bank hevur síðani afturvíst, at hendan viðmerkingin nakrantíð er fallin - men kanningarnevndin hevur fingið prógv fyri, at Peter Straarup hevur givið hetta lyftið - væl vitandi um, at hetta ikki var veruliga støða bankans - sum álvarsliga tørvaði kapital, skrivar Jyllands-Posturin